Tað er nú greitt, at skipini hjá Strandferðsluni fara ikki at verða løgd, hóast verkfall er, ella hóast Fíggjarmálaráðið setir verkbann í gildi ímóti onkrum av manningarfeløgunum.
Nú nýggjur sáttmáli varð gjørdur ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í gjár, hava partarnir avtalað, at tekur arbeiðssteðgur seg upp, skulu skipini hjá Strandferðsluni sigla kortini.
Frammanundan er avtala gjørd við bæði Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið um tað sama.
Sostatt er greitt, at øll manningarfeløgini hava góðtikið at manna skipini hjá Strandferðsluni skulu sigla, hóast arbeiðssteðgur er.
Í samband við arbeiðssteðg, binda partarnir seg til at lata skipini á øllum farleiðum sigla minst einaferð um samdøgrið. Sigling í Kalsoynna, í Sandoynna og til Nólsoyar skal tó verða minst 2 ferðir um dagin í 21 dagar. Aftan á tað skulu partarnir verða samdir um framhaldandi sigling.
Avtalan ber í sær, at er arbeiðssteðgur, skal Smyril kortini sigla minst ein túr aftur og fram ímillum Suðuroy og Havnina um dagin
Hinvegin skal sigling verða í Kallsoynna, í Sandoynna og til Nólsoyar minst tvær ferðir um dagin. Harafturat skal siglingin til útoyggjarnar ganga sum vanligt.
Hendan avtalan er galdandi í 21 dagar, eftir at arbeiðssteðgur er lýstur. Eftir tað skulu partarnir samráðast um, hvussu siglingin skal skipast.
Hetta verður ein stórur lætti, tí tað hevur verið ein afturvendandi plága, at ferðasambandið verður kvett av, hvørja ferð, okkurt av manningarfeløgunum leggur arbeiðið niður av verkfalli, ella verkbanni.