Samfelag
Kristian Davidsen hevur verið stjóri hjá Strandferðsluni síðani 1. januar 2003, og hann sigur, at orsøkin til uppsøgnina er, at hann hevur tikið við nýggjum avbjóðingum á Føroya Tele, á FT International sum Networks Director. Hann tekur við nýggja starvinum 1. oktober í ár.
Og hann greiðir frá, at stórar broytingar hava verið á samferðsluøkinum seinastu árini. Undirsjóvartunlarnir merkja, at Vesturleiðin og Leirvíksfjarðarleiðin eru niðurlagdar, og nýggi Smyril er umsíðir settur í sigling eftir eina heldur drúgva byggitilgongd. Harumframt eru Farmaleiðir seldar. Fyri Strandferðsluni hevur hetta merkt stórar broytingar serstakliga fyri starvsfólkini, sum eru vorðin munandi færri í tali bæði á operativu eindunum og í fyrisitingini. Nógvu broytingarnar hava sett stór krøv til bæði leiðslu og starvsfólk á SL.
- Á FT International verður arbeitt við ætlanum, sum eg vænti fara at skapa nýtt virksemi hjá Føroya Tele uttanlands, og tí gleðist eg um at fáa møguleika til at verða partur av hesari tilgongd, sigur fráfarandi strandferðslustjórini.
Altjóða royndir
Sambært Trónda Djurhuus, stjóra í FT International, fegnast hann um, at Kristian Davidsen nú gerst partur av leiðsluni har:
- Mál okkara eru ambitiøs og krevja hart og miðvíst arbeiði yvir eitt longri áramál. Tey krevja eisini tey allarbestu starvsfólkini við altjóða royndum. Kristian er við sínum útbúgvingum og royndum júst tann rætti persónurin. Umframt tær hollu leiðsluroyndirnar, sum hann hevur ognað sær sum stjóri á Strandferðsluni, hevur hann ta røttu bakgrundina innan økið, sum hann nú skal hava ábyrgdina av, sigur Tróndur Djurhuus.
FT International, sum er altjóða deild hjá Føroya Tele, skal byggja upp nýggjar inntøkur úr útlondum við útflutningi, íløgum og rakstri uttanlands.
- Sum verkfrøðingur hevur Kristian í fleiri ár havt viðkomandi leiðandi størv hjá svenska telerisanum L. M. Ericsson. Eitt nú var hann í síni tíð deildarstjóri hjá Ericsson, og hann var leiðari hjá verkfrøðingum og øðrum serfrøðingum úr fleiri londum, tá Ericsson fór undir at menna júst tær tøknirnar, sum FT International nú hellir seg at í sínum arbeiði, sigur Tróndur Djurhuus.