Strandferðslustjóri um ein mánað

Suðuroyarportalurin hevur prátað við Helenu dam á Neystabø, ladsstýriskvinnu, um nær nýggjur strandferðslustjóri verður settur í starv.

-Strandferðslustjórin er ikki settur enn, men eg rokni við, at hann verður settur í seinasta lagi um ein mánað, sigur Helena Dam á Neystabø við Suðuroyarportalin. Landsstýriskvinnan segði víðari, at ein setunarbólkur fer fyrsta dagin undir setunarsamrøðurnar og at skriva tilmæli.

-Tá hetta tilmæli er latið mær, seti eg strandferðslustjóran, og eg rokni við, at strandferðslan hevur nýggjan stjóra í seinasta lagi hálvan mars, sigur Helena Dam á Neystabø.