Strandferðslan vitjan úr Spania

Fimm umboð fyri skipasmiðjuna, ið skal byggja nýggja suðuroyarskipið koma Týsdagin til Føroya at hyggja eftir umstøðunum her

Suðuroyarsigling

Týsdagin fær Strandferðslan vitjan úr Spania.
Tað eru fimm umboð fyri skipasmiðjusamtakið, ið skal byggja nýggju suðuroyarferjuna, sum nú koma til Føroyar.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at við á ferðini er forsetin fyri skipasmiðjusamtakið, stjórin og tekniski stjórin fyri Skipasmiðjuna í San Fernando, ið skal byggja nýggju suðuroyarferjuna, umframt projektleiðarin, sum stendur fyri arbeiðnum at byggja nýggju suðuroyarferjuna og eitt fólk afturat.
Endamálið við vitjanini er at hyggja eftir viðurskiftunum í Føroyum, har skipið skal sigla, eitt nú er ætlanin at fara eina ferð til Suðuroyar og annars er ætlanin at vísa teimum runt at hyggja eftir umstøðunum
Somuleiðis er ætlanin at hava ein fund við Skipaeftirlitið at tosa um krøv, trygdarviðurskifti og at kanna arbeiðstekningar o.s.fr.
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at annars gongur sum ætlað við ætlanini at byggja nýggja Suðuroyarskipið.
Uppfylgjandi fundir hava verið ímillum Strandferðsluna og sponsku skipasmiðjuna og tilrættisleggingin er við at koma í eina fasta legu.
Annars er skipasmiðjan farin í holt við at gera arbeiðstekningar, stálið er bílagt og í næstu framtíð verða eisini motorarnir bílagdir.
Hann væntar, at farast kann undir at gera smíða sektiónirnar um ársskiftið.
Og avtalan er, at nýggja suðuroyarferjan skal leverast 12. oktober, 2004.

Eru tryggjað
Flestu Føroyingar mundu fáa ein hvøkk, táið tað frættist, at skipasmiðjan, sum smíðar nýggju Norrønu, er komin í fíggjarligar trupulleikar og at óvist varð, hvussu bleiv við byggingini.
Men Reidar Nónfjall væntar ikki, at Strandferðslan kemur í somu støðu viðvíkjandi nýggju suðuroyarferjuni.
? Vit hava gjørt alt, vit kunnu fyri at tryggjað okkum ímóti øllum slíkum. vit hava bankatrygd fyri teimum inngjaldum, vit gera. Samstundis er talan um eina almenna skipasmiðju í spania, sum landið eigur, so tað hevði verðið ómetaliga óvæntað, skuldi trupulleikar av tí slagnum tikið seg upp.
Nýggja suðuroyarskipið fer at kosta 40.450.000 evrur og og tað eru 301 milliónir krónur í okkara peningi. Men harumframt koma einar fýra milliónir til eftirlit o.s.fr.
Skipasmiðjan í San Fernando, sum skal byggja nýggja suðuroyarskipið, er uppi í IZAR skipasmiðju-samtakinum. Samtakið hevur fleiri skipasmiðjur sum hava smíðað skip í heili 250 ár. Tað er tað næststørsta skipasmiðjusamtak í Evropa, og tað níggjunda størsta í heiminum.
Nýggja suðuroyarferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór, tó at gjaldið í ár verður nakað minni. Fyrsta gjaldið upp á 90 milliónir, verður goldið í ár, annað gjaldið komandi ár og triðja gjaldið í 2004.
Fyri at taka aftur í aftur, kann nevnast, at nýggja suðuroyarferjan verður 135 metrar long, hon siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril.