Strandferðslan verður á Tvøroyri

Tann 1. januar flytir Strandferðslan úr Havn suður á Tvøroyri. Starvsfólk verða ikki søgd úr starvi og fáa tilboð um kreppuhjálp. Einasta starvið, sum verður lýst leyst, er stjórastarvið

Tvøroyri verður nýggi heimstaðurin hjá Strandferðsluni. 1. januar komandi ár flytur stovnurin úr Havn og suður á Tvøroyri. Einasta starvið, sum verður lýst leyst, er stjórastarvið. Síðani Kristian Davidsen fór frá sum stjóri, hevur Niels Juel Arge verið settur stjóri, til framtíðin hjá stovninum varð avklárað.

Tað er hon so nú. Øll starvsfólk fáa tilboð um at flyta við, men samstundis fáa tey eisini tilboð um kreppuhjálp.

Síðst í januar varð eitt álit handað Jacob Vestergaard, landsstýrismanni um framtíðina hjá stovninum. Sambært landsstýrimanninum verður fyrsta stigið at flyta sovnin, áðrenn restin av álitinum verður tikin til viðgerðar.

Tað er full semja í landsstýrinum um avgerðina, sum eisini er partur av samgonguskjalinum.