Strandferðslan: Verða nógvar avlýsingar í morgin

Ljóðbrot frá Rás 2: Samrøða við samferðslusamskiparan hjá Strandferðsluni

- Vit hava valt at kunna tíðliga, at tað verða tillagingar, broytingar og avloysingar í morgin, sigur Heri Norðberg, samferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.

 

Fyribils er tað bara Smyril, sum longu hevur avlýst fyrstu túrarnar av Krambatanga og Havnini í morginárini.

- Vit hava gjøgnum dagin tosa við busseigarar, sum røkja bussleiðirnar kring landið, hvussu vit grípa hetta an, so vit fáa lagt eina ætlan. Vindurin er ikki tann stóri trupulleikin, men tað er sannlíkt, at tað eisini verður hálka, og tá tey bæði koma samstundis, tá hava vit ein trupulleika á vegnum, sigur hann.

 

Heri Norðberg sigur, at tað fyribils bara er Smyril, sum hevur avlýst túrarnar í morgin.

- Á summum av okkara leiðum er høgætt ikki tann ringasta at sigla við, so teir ætla sær at royna á summum leiðum, so sum á Nólsoyarleiðini og á Sandoyarleiðini. Men tað verður lýst beinanvegin, um tað verður avgjørt at lýsa av, sigur hann.

 

Hann biður tó fólk í norðurøkinum verða fyrireikaði, tí tað er sera sannlíkt, at tað verða broytingar á bussleiðini í morginárini.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hera Norðberg. 

 

Les eisini Illveður í 40 tímar

 

Les eisini Atlantic ger broytingar í ferðaætlanini í morgin

 

Les eisini Vænta at steingja vegir í morgin