Strandferðslan tekur ikki ábyrgd av sjúkraflutningi

Á miðdegi í gjár boðaði Strandferðslan Landssjúkrahúsinum frá, at hon ikki longur kann taka ábyrgdina av sjúkraflutninginum um Vestmannasund og um Skopunarfjørð

Verkfall

Strandferðslan kann ikki longur taka ábyrgdina av sjúkraflutninginum um Vestmannasund og um Skopunarfjørð.
Hetta boðaði Strandferðslan Landssjúykrahúsinum frá á miðdegi i gjár. Somuleiðis hevur Vinnumálastýrið, Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið fingið hesi boðini.
Boðini koma í kjalarvørrinum á ísemjuni, sum hevur tikið seg upp umm hvørja løn, yvirmenninir á Teistanum og Ternuni skulu hava fyri at vera tøkir til sjúkraflutning. (sí aðra grein í blaðnum).
? Vit hava gjørt hetta, tí vit hava fingið greitt at vita frá Fíggjarmálastýrinum, at menninir fáa ikki løn, so leingi teir eru í verkfalli, sigur strandferðslustórin, Reidar Nónfjall.
Ellintur Abrahamsen sigur, at hetta broytir á ongan hátt støðuna, sum hann hevur greitt frá í aðrari grein.
? Hvat Strandferðslan ger, kemur ikki okkum við. Vit hava ikki lýst verkfall fyri sjúkraflutning og tí eru menninir tøkir til tað og tað skulu teir hava løn fyri. Fáa teir ikki tað, fara vit at krevja lønina aðrar vegir, sigur Ellintur Abrahamsen, sum eisini sigur seg hava eina løgfrøðiliga meting av, at teir hava grein í sínum máli.









Landssjúkrahúsinum frá, at hon ikki longur kann taka ábyrgdina av