Strandferðslan snýtti kjarnukundarnar

Strandfaraskipini fluttu fólk ókeypis nakrar dagar. Eisini hevði Strandferðslan tilboð, har mánaðarkort kundi keypast fyri hálvan prís. Teir trúgvastu kundarnir hjá strandferðsluni, teir sum frammanundan høvdu keypt mánaðarkort, vóru tó við skerdan lut og fingu ikki hesar sømdir. Hetta er ein undarligur framferðarháttur hjá Strandferðsluni.

Bjarti Thomsen, Nólsoy

Eg heitti á Strandferðsluna um at rætta mistakið, men teir vóru hvørki at høgga ella stinga í.
Strandferðslan heldur seg hava havt útsølu, sum einhvør annar handil, og á útsølu eru ikki øll sum gera sama kvetti. Teir siga, at ikki er vanligt at fáa pengar aftur, hóast ein hevur keypt eina vøru dýrari enn á útsølu stutt eftir. Eg veit tó um konu í Klaksvík, sum ein fríggjadag keypti sær dýran kjóla. Mánadagin eftir fóru somu kjólar fyri hálvan prís á útsølu. Hesin handilin var so mikið at sær komin, at hann bjóðaði konuni helmingin av peninginum aftur.
Strandferðslan kann ikki skáka sær undan og kalla teirra tiltak fyri útsølu. Hugsa tær, at ein handil hevur trúgvar kundar við onkrum slagi av limakorti og teir fáa at vita, at handilin nú hevur útsølu, men av tí at teir hava limakort, sleppa teir ikki at luttaka í útsøluni. Hesin handilin hevði fingið harðan dóm frá sínum trúgvu kundum. Strandferðslan hevur monopolstøðu og eigur at veita somu tænastu til allar sínar kundar.
Framferðin hjá Strandferðsluni var klossut í aðrar mátar eisini. Heldur enn at krevja hálvt gjald umborð á skipunum, bleiv fult gjald kravt og so mátti innkrevjarin fáa kontonr frá kundunum, so helmingurin kundi flytast aftur. Vorið sum rationel framferð.
Helst eru fleiri meiningar um tiltakið hjá Strandferðsluni, men at teir loyva sær ikki at geva øllum kundum somu sømdir, eigur ikki at verða góðtikið. Eftir stendur í hvussu er, at eg føli meg snýttan av Strandferðsluni.