Strandferðsla og arbeiðssteðgur
Tað verður ikki heilt enn, at landsstýrið fer at taka stig til at kanna møguleikarnar fyri at finna eina skipan, so at skipini hjá Strandferðsluni ikki verða rakt av arbeiðssteðgum.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at í løtuni eru nógvar sáttmálasamráðingar og Landsstýrið fer ikki at taka spurningin um Strandferðsluna og arbeiðssteðgir upp, fyrrrenn sáttmálasamráðingarnar eru av.
Hann sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur einar 30 sáttmálar eftir at gera tær komandu vikurnar og hann vil hava hesar avgreiddar, áðrenn hin spurningurin verður tikin upp.
Í hvussu so er heldur hann, at tað hevur týdning, at fáa tey størstu sáttmálaøkini avgreidd. Serliga heldur hann at tað hevur týdning, at sáttmálarnir við feløgini, sum hava samband við Strandferðsluna, verða avgreiddir, áðrenn onnur viðurskifti verða tikin uppí.
Hann sigur, at sáttmáli er longu gjørdur við Starvsmannafelagið, uttan at hesin spurningurin var viðgjørdur og tí heldur hann at tað er skeivt at taka hann við í samráðingunum, sum nú eru við Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið.
Eg haldi, at tað er rætt at fáa sáttmálarnar frá hondini, so at spurningurin um Strandferðsluna og arbeiðssteðgir kann verða viðgjørdir í fríðartíð.
Men Bárður Nielsen er ivaleysur í, at spurningurin verður tikin upp skjótt.
Hetta er ein spurningur, sum samgongan hevur tosað nógv um og tí er onki at ivast í, at hann verður tikin upp, tá ið friður verður aftur.
Fløktur spurningur
Spurningurin um Strandferðsluna og arbeiðssteðgir er umfatandi, tí hann umfatar bæði Fíggjarmálaráðið, sum hevur ábyrgdina av sáttmálunum, vinnumálaráðið, sum hevur ábyrgdina av arbeiðsmarknaðarmálum og partvís eisini innlendismálaráðið, sum hevur ábyrgdina av Strandferðsluni.
Og júst innlendismálaráðið hevur fingið nýggjan landsstýrismann, Jacob Vestergaard. Hann er suðuroyinhur og hann hevur dúgliga tosað fyri, hvussu neyðugt tað er at finna eina skipan, so at Strandferðslan ikki verður løgd, hvørja ferð arbeiðssteðgur er.
Hann hevði sín fyrsta arbeiðsdag mánadagin og hann sigur, at hann fer at hava málið í huganum og at hann fer at gera sítt til, at ein loysn fæst á málinum.
Men hvør loysnin skal vera, hevur hann onki boð upp á nú.