Eftir at samráðingarfólkini hava sitið á Hotel Føroyum síðani leygardagin hava tey nú gjørt at taka ein steðg í samráðingunum, sum verða tikna uppaftur næsta mánadag. Tað sigur Jógvan Amonson, semingsmaður, við útvarpið hjá Kringvarpinum. Hann sigur, at nú hava samráðingarfólkini brúk fyri svøvni, og av tí at vón er um at finna semju, hava tey gjørt av at taka samráðingarnar uppaftur næsta mánadag.
Tað merkir, at eitt møguligt verkfall í øllum førum er útsett til eftir semingsfundin, sum byrjar næsta mánadag.