Leiðslan á Strandfaraskipum Landsins boðaði í tíðindaskrivi týsmorgunin, at stovnurin fer at niðurleggja fýra størv í samband við áløgdu sparingarnar í Fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005.
Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Kristian Davidsen, sigur, at stovnurin hevur fingið boð um at spara 830.000 í lønarkarminum fyri starvsfólk á landi komandi ár.
?Vit eru tíverri noydd at niðurleggja 4 størv í fyrisitingini. Tvey starvsfólk hava fingið boð um, at tey eru søgd úr starvi, og tvey størv verður niðurløgd av náturligum áðum, sigur ein harmur Kristian Davidsen.
Náturligu uppsagnirnar, sum Kristian Davidsen sipar til, stava frá størvum, sum ætlanin ikki er at endurseta. Eitt starvsfólk hjá Strandfaraskipum Landsins fór fyri stuttum fór úr starvi, og eingin nýggjur verður settur í hetta starv.
Komandi ár fer eitt av starvsfólkunum á pensjón, og heldur ikki hetta starv er ætlanin at endurseta
Tillagingar
Spurdur, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri Strandfaraskip Landsins, at fýra fólk í fyrisitingini ikki longur verða millum starvsfólkini á stovninum, svarar Kristian Davidsen, at stovnurin verður noyddur tillaga seg til nýggju umstøðurnar.
?Uppsagnirnar merkja, at vit verða noydd at gera tillagingar í mannagongdunum. Vit mugu nú liva uttan hesi starvsfólk, og tí mugu uppgávurnar hjá hesum fólk gerast øðrvísi í framtíðini, greiðir Kristian Davidsen á.
Leiðslan á Strandfaraskipum Landsins hevur lagt eitt uppskot til hoyringar til starvsfólkið um, hvussu hesar tillagingar skulu gerast, og nú skal uppskotið viðgerast millum starvsfólkini
Hvussu kemur tað at ávirka tænastuna hjá borgaranum, at fýra fólk færra vera í fyrisitingini hjá Strandfaraskipum Landsins?
-Tað er nærum ómøguligt at siga longu nú, hvør avleiðingin verður, men møguliga kemur tað at ávirka svartíðina hjá okkum, svarar Kristian Davidsen
Tíðindaskriv frá Strandfaraskipum Landsins
Leiðslan á SL hevur avgjørt at niðurleggja 4 størv í samband við áløgdu
sparingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005. Sparingarnar, ið svara til
uml. 3,5 ársverk, føra við sær, at 2 starvsfólk hava fingið skriv um ætlaðað
uppsøgn, umframt at 2 størv verða niðurløgt við nátturligari frágongd.
Sparingin rakar bert starvsfólk á landi.
Vinaliga
Kristian Davidsen, stjóri
Strandfaraskip Landsnins