Strandferðslan: Prísurin hækkar og túratalið lækkar

Umframt at hækka prísirnar noyðist Strandferðslan at spara fleiri milliónir og tað fer at merkjast onkustaðni, sigur stjórin

Strandferðslan

Hetta árið verður eitt tungt ár hjá Strandferðsluni.
Tað kann staðfestast longu nú, 2003 er ikki meiri enn komið í eyga.
Skal Strandferðslan klára at halda játtanina, verður tað bæði neyðugt at hækka prísirnar í ferðaseðlum nokk so fitt og at seta aðrar sparingar í verk, sum helst fer at føra til at túratalið á summum leiðum fer at lækka.
Føroya Landsstýrið skuldi helst í gjár viðgerða eitt uppskot frá Strandferðsluni um at hækka prísirnar.
Tað hevur verið frammi, at príshækkingarnar eru eini 20% í summum førum. Eitt nú fer ein ferðaseðil við vanligum bili ímillum Suðuroynna og Havnina at at hækka úr 120 krónur, upp í 144 krónur.
Stjórin á Strandferðsluni mintust ikki í høvdinum, hvussu stórar hækkingarnar eru, men hann segði, at hetta var á leið.
Annars er tað ymiskt, hvussu hækkingarnar verða, í summum førum eru tær bara 5%.
Men hækkingar eru á øllum økjum og tilsamans skulu tær geva Strandferðsluni eina eyka inntøku upp á seks milliónir krónur í ár.
Hækkingin í ferðaseðlaperísinum var ein fortreyt fyri fíggjarlógini og so skjótt sum Landsstýrið hevur góðtikið hækkingina, verða tær settar í verk, kanska longu í næstu viku.

Umfatnadi sparingar
Men umframt príshækkingarnar, verður eisini neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk á Strandferðsluni, fyri at fáa játtanina at halda.
?Umframt at príshækkingin gevur okkum seks milliónir, verður tað neyðugt at spara aðrar 7,5 milliónir í rakstrinum, sigur strandferðslustjórin.
Hann sigur, at væntandi kunnu spara helvtina av tí við at halda uppat at sigla inn á Skálafjørðin og á Vág.
Uppskot um tað er í Løgtinginum í løtuni.
? Men eftir verða einar fýra milliónir, sum skulu sparast aðrar vegir.
Strandferðslustjórin sigur, at enn vita tey ikki, hvar sparingarnar verða settar í verk.
? Men tað er greitt, at hetta eru so stórar sparingar, at tað fer at merkjast onkustaðni, sigur hann.
Hann kann tí ikki útihýsa, at hetta fer at merkja færri túrar á summum leiðum.
Har, sum sparingar muna best, er í siglingini ímillum Havnina og Suðuroy, og tessvegna er tað ofta suðuroyarsiglingin, sum stendur fyri skotum, tá ið sparingar skulu setast í verk.
Strandferðslustjórin endurtekur, at onki er greitt um, hvar ella hvussu sparast skal, Tískil nevnir hann ongan møguleika og útihýsir heldur ongum møguleika.
?Tað einasta, sum er greitt, er, at játtanin til Strandferðsluna var 75,1 milliónir í fjør. uppsunraligajáttanin var 70,7 milliónir, men ahrafturat fekk Strandferðslan eina eykajáttan uppá 4,4 milliónir. Í ár er játtanin 66,6 milliónir í ár.
Lønirnar eru hækkaðar og aðrar útreiðslur eru eisini hækkaðar og tí er ongin vegur uttanum at útvega fleiri inntøkur ella at skerja útreiðslurnar, ella eitt sindur av hvørjum, sum vit hava gjørt í hesum føri, fyri at tað skal standa upp og niður, sigur Kristian Davidsen.