Ferðaætlanin hjá Strandferðsluni og Atlantsflog er tarnað av vánaliga veðrinum í dag Nógvi vindurin hevur havt við sær, at flogfarið, sum skuldi fara til Keypmannahavnar klokkan hálvgum fimm er avlýst, sama er galdandi fyri fráferðina til Reykjavíkar, sum skuldi vera klokkan hálvgum seks.
Eitt flogfar úr Keypmannahavn lendi fyrrapartin, men tríggjar aðrar komur úr Keypmannahavn seinnapartin og í kvøld vóru av ongum. Sama við flogfarinum, sum skuldi koma úr Reykjavík klokkan hálvgum níggju í kvøld.
Strandfaraskipið Smyril fór ikki av Havnini klokkan 13, sum ætlað, vegna veður. Í staðin sigldi Smyril av Havnini klokkan hálvgum sjey, tað vil siga klokkan 18.30. Í morgin siglur Smyril sum sunnudag.
Kelda: Kringvarp Føroya