Strandferðslan mist finsku ferjuna

Finska ferjan, Alandia, ið var sum skræddaraseymað til endamálið, fer ikki at loysa Smyril av, tá ið hann fer í dokk í seinasta lagi um tveir mánaðir, tí hon er ikki tøk longur

Tað er nú greitt, at tað verður í hvussu so er ikki tann finska ferjan Alandia, sum fer at loysa Smyril av í suðuroyarsiglingini, tá ið hann fer í dokk í seinasta lagi í juni mánaða í ár.

Tað er langt síðani at Strandferðslan vísti á Alandiu sum tað besta avloysaraskipið hjá Smyrli.

Og síðani hevur ferjan staðið Strandferðsluni í boði.

Men tað hevur alla tíðina verið greitt, at finski reiðarin skuldi hava skipið aftur í summar, tí tá skuldi tað í sigling.

Strandferðslan hevur tó ikki kunnað tikið støðu til leigumálið, tí ongin peningur var tøkur at leiga skip fyri.

Og nú sleppur Strandferðslan heilt undan at taka støðu, tí nú er tað greitt, at hendan ferjan er ikki tøk longur.

Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað var so seint sum í fyrradagin, at endaligu boðini komu frá finska reiðaranum um, at Alandia ikki var tøk longur.

Hann sigur, at hetta var sera harmiligt, tí skipið var næstan sum skræddaraseymað til endamálið.

Men nú er so onki at gera hjá Strandferðsluni, uttan at føla seg fyri eftir øðrum skipum.

Og tað ger Strandferðslan eisini, sigur Magnus Magnussen.

Men hann viðgongur, at tað verður trupult at finna eina vælhóskandi skip, tí tað er ikki so nógv til av teimum á marknaðinum.

? Í øllum førum verður tað ringt at finna eitt skip, sum er so væl hóskandi sum Alandia var, leggur hann afturat.


Virka ikki

Í øllum førum sigur hann Smyril skal í dokk í seinasta lagi í juni mánað.

? Tað er ongin bøn hesuferð, so tá mugu vit hava funnið eina loysn, antin so ella so.

Tað, sum skal gerast við Smyril, fer at taka einar fimm, seks vikur. Eitt nú hava tey, sum hava siglt við Smyrli í seinastuni, varnast, at hann rullar verri enn hann plagdiTað kemur av, at stabilisatorarnir virka ikki.

Teir eru farnir at leka olju, og fyri ikki at dálka skipið ov illa, verða teir tí bara brúktir, tá ið veðrið er ringt.

? Hetta, og mangt annað, er slíkt, sum skuldi verið fingið frá hondini, og sum vit mugu bíða við til hann er farin í dokk, Magnus Magnussen