Á landsstýrisfundi í morgun fekk Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, undirtøku fyri at flyta Strandferðsluna til Tvøroyrar.
Tey 20 starvsfólkini, sum eru í føstum starvi blivu kunnað um ætlanirnar á einum kunningarfundi á stovninum í dag klokkan 13. Tá Sosialurin var framvið í morgun, var hýrurin á starvsfólkunum onki serligur.
Fáa kreppuhjálp
- Hugsandi er, at nýggja støðan fer at ávirka viðurskiftini hjá fleiri starvsfólkum, um hesi av einihvørjari orsøk ikki ætla ella kunnu flyta starvsstað til Suðuroyar, sigur Niels Juel Arge, virkandi leiðari.
- Vit hava í hesum sambandi heitt á landsstýrismannin og Innlendismálaráðið um at finna hesum fólkum virðiligar og góðar loysnir, sigur hann.
Sambært Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, verða starvsfólkini ikki uppsøgd og eru tey vælkomin at flyta við suður.
- Um tey ikki ynskja tað, so fara vit sjálvsagt at gera alt fyri at gera skiftistíðina fyri starvsfólkini so virðiliga sum gjørligt, sigur hann. Og hann greiðir frá, at í tilgongdini, sum er nú, fáa starvsfólkini bjóðað tað, sum vanligt er í tílíkum støðum.
- Um onkur hevur tørv á at práta við sálarfrøðing, ella at fáa kreppuhjálp, so fáa tey tilboð um hetta, sigur landsstýrismaðurin.
Enn er ikki avgjørt nágreiniliga, hvørjar treytir starvsfólkini fáa, um tey ikki taka av at flyta við til Tvøroyrar, men onkur vil vera við, at tey møguliga kunnu fáa annað alment starv í Havn.
Søkja eftir stjóra
Niels Juel Arge, sigur, at leiðslan tekur avgerðina um flytingina til eftirtektar, og fer so vítt gjørligt at virka fyri, at virksemið hjá fyritøkuni og samferðslan í síni heild verður órógvað minst møguligt.
Eisini sigur hann, at tað enn er ov tíðliga at siga, um nýggja støðan fer at ávirka virksemið og tænastustøðið hjá fyritøkuni. Innlendismálaráðið fer í næstum undir at fyrireika flytingina av umsitingini úr Tórshavn til Suðuroyar, og verður fyrsta stigið at lýsa eftir stjóra fyri stovnin.
---
Fakta:
Á Strandferðsluni, sum bæði er eitt reiðarí og ein samferðslustovnur, starvast íalt umleið 170 starvsfólk (120 ársverk). Strandfaraskip Landsins reka 29 leiðir (22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir). Til hendan rakstur eru uml. 40 bussar og 8 ferjur.
Ferðafólkatalið í 2006 var 1,1 millón ferðafólk ella umleið 3 túsund fólk um dagin. Samlaða játtanin á figgjarlógini er umleið 110 milliónir krónur.









