Strandferðslan fær eykajáttan til olju

Strandferðslan, sum er komin í neyð av høgu oljuprísunum, fær væntandi sína eykajáttan. Í eykajáttanini, sum verður viðgjørd í tinginum í dag, eru 7 milliónir krónur settar av til skipini hjá Strandferðsluni.

Talan er um eina lappaloysn, og neyðugt kann vera at biðja um meira í heyst, um oljuprísurin ikki fer niður afut á eitt meira vanligt støði.

Tað verður staðfest í viðmerkingunum til eykajáttanina.

Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sagt, at hann ynskir at gera eina serliga oljukonto á fíggjarlógini næsta ár, sum á tann hátt kann forða fyri, at óvæntaðar oljuútreiðslur ávirka rakstrarjáttanina hjá Strandferðsluni.

Strandferðslan brúkar íalt góðar 43 milliónir krónur til oljukeyp í ár.