Bara ein hevur søkt starvið sum skipsinspektørur hjá Strandferðsluni. Áhugin fyri at søkja leys størv á Strandferðsluni er ikki stórur. Herfyri søkti stovnurin eftir einum lønarumsitara og einum skipsinspektøri. Til tað fyrra starvið eru komnar tvær umsóknir og til tað seinna ein umsókn.
Fyrsta dagin fara Strandfaraskip Landsins at gjøgnumganga umsóknirnar og taka støðu til, um størvini skulu lýsast leys av nýggjum, sigur virkandi stjórin, Niels Juel Arge, við Útvarpið.
Samstundis er greitt, at eitt starvsfólk afturat hevur sagt upp. Tað er virkandi fíggjarleiðarin, sum hevur sagt upp til 1. mai.









