Strandferðslan bjóðar nú rutusiglingina ímillum Mykines og Vágar, út av nýggjum.
Mykinesleiðin varð boðin út í 2006 og nú verður hon boðin út av nýggjum frá á nýggjárinum at rokna.
Leiðin verður boðin út at røkja í fimm ár við møguleika at framleingja sáttmálan í tvey ár, ella til og við 2019.
- Endamálið við útbjóðingini er at veita ferðafólki og fastbúgvandi eina góða og komfortabla siglingarfarleið til og úr Mykinesi, sigur Strandferðslan.
Sáttmálaprísurin er í dag uml. kr. 800.000 um árið umframt inntøkur frá farma- og ferðaseðlasølu.
Í høvuðsheitum verða tveir túrar um dagin í 4 mánaðir um árið, frá 1. mai til 31. august, men harumframt verður eisini siglt í heystfrítíðini.
Siglingin er ímillum klokkan átta á morgni og klokkan 19 á kvøldi.
Inntøkugrundarlagið fyri ferðaseðlar og farm hevur seinastu árini verið vaksandi og í ár verður tað einar 500.000 krónur, haðani tað mesta eru inntøkur av ferðaseðlum.
Tann, sum fær siglingina, skal sigla eftir ferðaætlanini í ár
Í dag kostar ein einvegis ferðaseðil 60 krónur fyri vaksin, 30 krónur fyri børn og pensionistar og 48 krónur fyri lesandi.