Strandferðslan avlýsir tríggjar rutur í dag

Sum vit skrivaðu oman fyri, er tað kolandi stormur nógvastaðni og tað ávirkar eisini Strandferðsluna. Í hesum sambandi hevur Strandferðslan avlýst tríggjar rutur.  Talan er um tvær rutur á sjónum og eina á landi og talan er í øllum trimum førum um tríggjar av smærri rutunum.

 

Rutan á landi, sum er avslýst, er rutukoyringin í Suðuroy, ímillum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík, tí har er upp ímóti 40 metrar um sekundið á Ørðaskarði ímillum Fámjin og Øravík, og í Hvalba er eisini yvir 30 metrar um sekundið í hvirlunum.

 

Av Sjóvegis farleiðunum, er tað Sildberin, sum er lagdur fyri dagin, hann siglur ímillum Sand og Skúgvoy. Eisini Ritan er hevur avmarkað siglingina í dag, so tað verður ikki siglt út í Fugloyar, tað, ið eftir er av degnum, men til Svínoyar verður siglt sum vanligt

 

Fyribils eru eingi flogfør avlýst í dag.