Týsdagin fer Sam á sleipistøð, har ymisk viðlíkahaldsarbeiði skulu gerast teir komandi 10 dagarnar. Aftaná fer Ritan á sleipistøð í umleið tvær vikur.
Hetta førir samstundis til ávísar broytingar í samferðsluni. Soleiðis fer Sam at avloysa Rituna hesa tíðina, og Ternan loysir Sam av á Leirvíksfjarðarleiðini í umleið fýra vikur.
Sildberin fer á sleipistøð hósdagin í umleið tvær vikur. Súlan loysir Sildberan av hesa tíðina í siglingini millum Sand og Skúvoy.