Strandfaraskip Landsins ? »Suðuroyarleiðin«

Mánadagin og dagin í dag hevur Útvarp Føroya lýst við at »Smyril« skuldi byrja sigling aftur, og fyrsti túrur skuldi vera kl. 19.00.

Kom úr Klaksvík kl. 18.20 og stillaði meg í tað lítlu køina hjá Smyrli. Tá ið tað endiliga bleiv koyrt tann langa veg til skipið, var tað St. Ola sum skuldi suður. Hvar tann fyrsta stóra køin, sum longu var komin umborð á St. Ola, kom frá, er mær ein gáta, sum kanska onkur av leiðsluni á Strandferðsluni kann greiða nærri frá.
Fleiri bilar, og sjálvandi undirritaði, stóðu eftir á havnarkai. Tað er ikki fyrstu ferð, eg havi staði eftir á havnarkai.
Suðuroyingar hava faktiskt onki ferðamannaskip. Vit hava eitt fraktskip, sum tekur nakað av bilum, tá ið Strandferðslan finnur tað fyri gott.
Sjálvur havi eg siglt sum skipari við frakt til Føroyar og lastaðu vit altíð soleiðis, at vit kundu avskipa í teimum havnum, vørðan var til.
Nú skal alt avskipast í Havn og síðani koyrast runt Føroyar við stórum treylarum. Av tí sama blíva stórar køir á øllum vegastrekkjum. Tað ger koyringina vandamikla við yvirhálingum, og nógvir av vegunum eru slett ikki egnaðir til hesa tungu ferðslu.
Hvat verður gjørt? og hvat kann gerast?
Best hevði verið fyri mongdina í Føroyum, um fraktin fra útheiminum bleiv avskipað á oyggjunum, har hon skal. Fiskaflutningur er nógvur, og skuldi skip verið til henda flutning »ikki passagerskip«. Hopi at hoyra onkra viðmerking, so mann kanska sær eina meining í tí, sum nú fer fram.