Strandfaraskip Landsins og Ovastevnan

Í fjølmiðlum í vikuni var at lesa, at Strandferðslan roynir at spenna bein fyri Ovastevnu. Hetta vil Strandfaraskip Landsins ikki hava sitandi á sær

SL hevur eina játtan at halda seg til, har útrokningargrundarlagi er ferðaætlanin. Tí ber ikki til, at fólk krevja eyka tænastu, til dømis økta sigling, uttan, at SL í rímiligan mun tryggja sær, at tað hongur búskaparliga saman.

 

Í sambandi við Ovastevnuna hevur SL kravt eitt gjald á kr. 20.000,- umframt, at ferðaseðlaprísirnar verða hækkaðir. Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at um veðurlíkindi ikki verða til vildar, sum allarhelst hevði viðført fá fólk (sum vit sjálvandi ikki vóna!), so viðførir hetta eitt fíggjarligt tap fyri SL. Tí er tað ikki rætt, tá formaðurin í stuðulsnevndini fyri svimjihyl í Nólsoy sigur, at tað tykist sum um, at leiðslan á SL ynskir at spenna bein fyri stevnuni.

 

Farmatúrurin kostar uml. kr. 15.000,- og kemst tað av, at skipið liggur í Klaksvík. Túrurin frá Klaksvík, Tórshavn, Nólsoy, Tórshavn og aftur til Klaksvíkar tekur uml. 6 tímar, og tí verður roknað sum um, at túrurin er 6 tímar – alt annað vildi verið burturvið.

 

SL hevur á hvørjum ári lagt nógva orku í, fyri, at fáa eina so góða loysn sum til ber í sambandi við Ovastenvu. Fyri at hetta samstarv framhaldandi skal ber til, so er sjálvandi ein fortreyt, at partarnir hava forstáilsi fyri hvørjum øðrum, og kunnu arbeiða saman. Tí er sera óheppið, at SL aftur í ár skal lesa í fjølmiðlum, at roynt verður at spenna bein fyri Ovastevnu.

 

Vísandi til játtanina sum nevnt omanfyri og reglugerðini fyri Strandfaraskip Landsins, har tað stendur, at fyritøkan skal í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði, so verður hetta framhaldandi gjørt.