Hergeir Nielsen
???????????????
Undir fyrstu viðgerð av tingmáli nr. 29 boðaði landsstýrismaðurin í vinnumálum frá, at hann var ímóti at flyta umsitingina av Smyrli til Suðuroyar, og at øll almenn umsiting lá best og bíligast í Havn.
Fyri at tryggja sær vilja landsstýrismansins í verki, hevur vinnunevndini fundast við landsstýrismannin og strandferðslustjóran, og ongan annan.
Ein meiriluti í nevndini hevur síðani staðfest vilja landsstýrismansins sum tann einasta rætta.
Eingin verulig roynd er gjørd fyri at fáa aðrar áskoðanir til vega, og er sostatt alt gjørt fyri at knæseta ein politikk, sum sigur, at ikki bara útjaðarin, men eisini allir firðir og øll sund í Føroyum einans kunnu umsitast úr einum skrivstovubygningi yviri við Strond í Havn.
Henda áskoðan er í skerpandi stríð við vilja løgtingsins í tingmáli nr. 89/2002, sum javnaðar-flokkurin legði fram, og sum eitt nærum samt løgting samtykti tann 29. apríl 2003 við 29 atkvøðum.
Vilji javnaðarfloksins í hesum máli var at kanna, hvussu størv og møguligir partar av almennari umsiting og nýggjar umsitingar kundu flytast til útjaðaran, og løgtingið fagnaði uppskotinum.
Hesin vilji javnaðarfloksins tykist vera sleptur av formanninum í vinnu-nevndini júst nú, ið flokkurin fekk møguleika fyri at fremja hann í verki.
Javnaðarflokkurin eigur í dag leiðsluna í vinnu-nevndini, og umboð floksins í hesi týdningarmiklu nevnd vildu ikki gera aðrar kanningar í hesum fyri út-jaðaran so týdningarmikla máli.
Javnaðarflokkurin kíkaði í staðin fyrileytaleyst tí, ið tann etableraða miðsavn-andi almenna umsitingin borðreiddi fyri honum, og tók sostatt greiða frástøðu frá møguleikunum fyri at flyta nakað sum helst út úr miðstaðarøkinum.
Strandferðslustjórin upplýsti, at øll arbeiddi við øllum, og at vitjanir umborð á skipunum ikki vóru gjørligar, um ikki umsitingin lá í Havn.
Undranarvert er, at Smyril og Teistin, Ritan og Sildberin, Súlan og Másin ikki kunnu rekast av Tvøroyri, tá ið reiðaríðið hjá Mærsk, sum siglir á teimum 7 høvunum við úti við 200 skipum verður rikið av Esplanaden í Keypmannahavn.
Í privatum reiðaríum er stórur partur umsitingini umborð á skipunum, men henda skipan verður ikki brúkt á SL enn. Har situr almen umsiting í landi og ger arbeiði, sum almen umsiting eins væl kundi gjørt umborð saman við øðrum starvi.
Strandferðslustjórin upplýsti, at miðal lønarútreiðsl-an á stovninum var 360.000 kr., og at talan var um 200 ársverk.
Lønarlagið tykist ógvusligt, og undranarvert er, at hetta heldur ikki hesi tíðindi elvdu til víðari meting-ar í sterkastu vinnupolitisku nevndini í løgtingin-um.
Upplýst er í málinum, at roknskapartølini hjá Strandfaraskipum Landsins vísa ein ógvusligan lønar-vøkstur upp á heili 44% yvir 5-ára skeiðið 1998 - 2002.
Lønarútreiðslurnar eru øktar úr 50 upp í 72 mió.kr ella við við 22 mió.kr. fyri tíðarskeiðið 1998-2002, og er lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarkn-aðinum bert 7,5 mió.kr. av hesi upphædd.
Fólkaflokkurin fór í 1998 undir at umsita henda stovn við tí greiða málsetningi at fáa kostnaðarstøðið niður. Nú tað er komið fyri dagin, at lønarlagið á stovninum er økt við 44% hesi seks fólkafloksárini, er tað sera undranarvert, at meirilutin í vinnunevndini letur standa til, og ikki vil royna aðrar gongdar leiðir fyri at fáa ein bíligari rakstur.
SL upplýsti fyri vinnunevndini, at einki starvsfólk burturav arbeiddi við Smyrli. Løgið at heldur ikki hesin pástandur vakti nakað forvitni, tá hugsað verður um, at seinasti ársroknskapurin varð sundurliðaður á hvørja leið sær.
Lønarmassin hjá SL er 72 mió.kr., og lønarkostnaðurin á ymsu leiðunum var:
?Suðurleiðin16,1 mió.kr.
?Vesturleiðin 6,3 mió.kr.
?Nólsoyarleiðin1,6 mió.kr.
?Sandoyarleiðin 5,2 mió.kr.
?Skúvoyarleiðin 0,9 mió.kr.
?Fugloyarleiðin 1,6 mió.kr.
?Kallsoyarleiðin 0,8 mió.kr.
?Mykines -0,03 mió.kr.
?Leirvíksleiðin 8,3 mió.kr.
?Skálafjarðarleið. 1,9 mió.kr.
?Felags fyristing 12,9 mió.kr.
?Bygdaleiðir 1,8 mió.kr.
?Farmaleiðir 14,5 mió.kr.
Leirvíksleiðin verður og og Skálarfjarðarleiðin er nið-urløgd, og lønarkostnaðurin fer framvegis beint í veðrið. Løgið, at heldur ikki henda gongdin vakti nakað for-vitni í vinnunevndini.
Niðurstøðan hjá meirilutanum í vinnunevndini er, at tað ikki ber til at liða stovnin sundur, men hetta ber sjálvandi væl til bæði verkliga og roknskaparliga, og er ikki annað enn ein vánalig undanførsla.
Fylgja vit hesi niðurstøðu, verður allur almenn-ur lønarkostnaður framyvir plomberaður inni í Havnini og ein sjeytummaseymur sligin inn í allar royndir at flyta nakað alment umsitingarligt virksemi nakran veg.
Suðuroyggin hevur rætt til sín part av almenna lønarlagnum, og er her ein upplagdur møguleiki fyri at vísa í verki, at til ber at fjálga um útjaðaran uttan at hækka útreiðslurnar á fíggjarlógini.
Tá meirilutin í vinnunevndini hóast hesar veru-leikar ikki vil taka undir við uppskotinum, verður sett fram hetta broytingaruppskot:
"Øll umsiting av strandfaraskipum landsins, verður løgd í Suðuroynni, tá ið nýggi Smyril kemur í sigling."
Hvussu leikur fer, fáa vit so at síggja í hesum døgum.
Málið hongur fyrst og fremst á suðringunum øll-um í samgonguin, men fyrst og fremst á Henrik Old, Sverra Midjord, Johan Dahl og ikki at forgloyma løgmanni sjálvum.