Seinnapartin klokkan 17 fáa vit at vita hvørjum trimum liðum føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi. Lutakastið fer fram í Noordbrabants Museum í niðurlendska vertsbýinum, Hertogenbosch.
Tað er longu greitt, at Føroyar koma at spæla sínar heimadystir í týska býnum Trier, hetta eftir ynski frá týska hondbóltssambandinum. Ferðing verður fyriskipað til Trier. Pláss er fyri 5.400 áskoðarum í Trier Arena høllini.
Styrkismetingin sær soleiðis út:
Pottur 1: Frakland, Noreg, Danmark, Ungarn, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro
Pottur 2: Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Angola
Pottur 3: Kekkia, Japan, Senegal, Ísland, Argentina, Føroyar, Suðurkorea, Tunesia
Pottur 4: Egyptaland, Uruguay, Kasakstan, Paraguei, Iran, Kuba, Kina, Kroatia
HER ber til at fylgja stroymingini frá lutakastinum:
##med2##











