Frá sunnudegnum 15. mars verður Másin tikin úr siglingini til Svínoyar og Fugloyar.
Ávísar kravdar ábøtur skulu gerast umborð á Másanum, og hetta arbeiði kemur at taka umleið 4 vikur.
Meðan Másin er til umvælingar fer Súlan at røkja siglingina til Svínoyar og Fugloyar og Súlan fer at sigla eftir galdandi ferðaætlan.