Stranda Máling aftur til verka

Teir, sum standa aftanfyri Sp/f Kveik, ið nú eigur Málingavirkið á Strondum, eru P/F Fjarðahús við Fróða Sigvardsen og øðrum og Jógvan Óli á Fríðriksmørk, sum hevur arbeitt á Stranda Máling í meiri enn 10 ár. Fyri trimum mánaðum síðan keypti Sp/f Kveik ognirnar hjá fyrrverandi Stranda Máling.

Kveik er ikki nýstovnað, men felagið hevur ligið óvirkið. Nú er so lív blást í aftur felagið. Eigarar av Sp/f Kveik eru Fjarðarhús við Fróða Sigvardsen og øðrum, sum eiga 75% - og Jógvan Óli á Fríðriksmørk, sum eigur 25%.

Jógvan Óli, sum hevur starvast hjá Stranda Máling í meiri enn 10 ár, sigur, at hann er sera spentur upp á hesa íløgu og hesa avbjóðing, nú ambitiónirnar við felagnum eru nógv størri, enn tær nakrantíð áður hava verið.

- Vit hava eina góða vøru, sum nú verður fáa til keyps í øllum handlunum hjá Fróða kring landið. Handlarnir eru strategiskt væl plaseraðir, og eg meti, at hetta fer at geva okkum góðar møguleikar at marknaðarføra føroysku málingina, sum ta dygdarvøru hon er.

Jógvan Óli sigur, at málingin annars fer at verða marknaðarførd um netið hjá Fróða Sigvardsen og verður soleiðis ein partur av konseptinum og vøruútboðnum.

Í løtuni er Jógvan Óli á Fríðriksmørk einsamallur til arbeiðis á virkinum á Strondum, men tá framleiðslan byrjar um ein mánaða ella so, noyðist hann at hava sær fólk til hjálpar.

Hann væntar, at eini 2-3 fólk verða til arbeiðis á virkinum, sum tíðin gongur.

- Vit hava faktiskt stórar ambitiónir við virkinum á Strondum, og vit hava eisini gjørt okkum metingar um framtíðina, men enn eru hesar ætlanir bert til innanhýsis brúk, sigur hann.

Fróði Sigvardsen og Jógvan Óli á Fríðriksmørk eru báðir stjórar í felagnum, Sp/f Kveik.