Orsakað av øskuni framskundaði flogfarið úr Grønlandi ferðina til Danmarkar í dag, og á flogvøllinum sita m.a. nakrir føroyingar, sum skuldu heim av skipi Flogferðslan í útnorði hevur seinastu dagarnar verið lítið nervað av øskuni úr gosinum í Íslandi.
Men í dag broyttist knappliga støðan. Meira øska var í luftini, og sum skilst fekk hetta Air Greenland at framskunda fráferðina til Danmarkar í dag.
Flogfarið fór undan fleiri ferðafólkum, teirra millum nøkrum sjomonnum, sum sigla við grønlendskum skipi.










