Strammari stýring av kommununum

Samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldið og Miðflokkin hevur greiðar ásetingar um, at neyvari eftirlit skal vera við fíggjarviðurskiftunum hjá kommununum. Undir “Fíggjar- og búskaparmal” í samgonguskjalinum stendur m. a.:

NÝTT LANDSSTÝRI: “Gjørdar verða yvirskipaðar broytingar í fíggjar- og búskaparpolitikkinum, sum eisini fevna um kommunala búskapin.


Miðað verður eftir jøvnum og haldførum vøkstri og langtíðarjavnvág í búskapinum. Lagt verður upp fyri sveiggjum, sum henda í búskapinum, bæði av innlendis og útlendis ávum.


Málið er at skipa ein sjálvberandi og óheftan búskap við langtíðarætlanum, sum støðugt fyrireikar samfelagið til bygnaðarligar broytingar innanhýsis og til krøv í altjóða búskapinum og á altjóða marknaðinum.


Til tess at røkka málinum verða hesi stig tikin: Játtanarskipan landsins verður endurskoðað, langtíðarfíggjarætlanir verða gjørdar fyri rakstur og løgur, fullfíggjað hagtalsgrundarlag verður fingið til vega, tjóðarroknskapurin verður dagførdur sambært OECD-leisti, búskapargrunnur Føroya verður stovnaður, bindandi avtalur verða árliga gjørdar ímillum land og kommunur um íløgu- og rakstrarkarm, felags fíggjarstýring og roknskaparreglur verða skipaðar fyri land og kommunur, altjóða skulu stovnar gera regluligar dygdarmetingar av føroyska búskapinum, og funktiónirnar fyri fíggjarstýring og tænastur hjá tí almenna verða samskipaðar.


Skattur, avgjøld og útjavning

Skattaskipanin er ov einstáttað, og skattagrundarlagið skal breiðkast. Progressiviteturin í skattinum er fallandi orsakað av, at parturin hjá kommununum av almenna búskapinum og tænastunum økist, samstundis sum avgjaldsparturin økist í mun til skattapartin av landsins inntøkum.


Tí skal skattaskipanin endurskoðast við tí endamáli, at heildin í skatta- og avgjaldspolitikkinum verður meira progressiv, sjúkrakassa- og kringvarpsgjaldið verða løgd inn í skattaskipanina, kapitalvinningsskattalógin verður endurskoðað til tess at steðga óætlaðum avleiðingum, og MVG-lóggávan og trotabúgvalóggávan verða endurskoðaðar.”

(brot úr samgonguskjalinum)