Straight Parade

Onkrir teirra skipaðu fyri festivali fyri 35 árum síðani, onkrir hava hittað uttanlands, og aðrir hava fingið hvørt dansigólv í landinum at kóka. 3. mai savnast teir til stóra konsert í Klaksvík

Leygarkvøldið 3. mai savnast nakrir av gomlu dreingjunum í tónleikalívinum í Klaksvík aftur. Tað gera teir til tiltakið, sum hevur fingið navnið Straight Parade. Hetta er eitt tónleikatiltak, sum fer at bjóða Hjarnar, Dynamit, Rag Rags, Hallur Joensen og Jørgin Dahl á palli í nýggju Badmintonhøllini.

Tað er Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum skipar fyri tiltakinum, og Rudolf Joensen er annar samskiparin.

- Vit hildu, at tað skuldi verða eitt sindur av fest í býnum, nú kommunan fyllir 100 ár. Og eg haldi, at teir bólkarnir, sum fara á pallin hetta kvøldið, eru garantar fyri einum góðum og festligum kvøldi, sigur Rudolf Joensen.

Hann og Sonhard Johannesen standa fyri fyrireikingunum, og teir hava áður skipað fyri stórum tiltøkum – til dømis Beatfestivalinum í Klaksvík í 1972.


Kendir bólkar á palli

Bólkarnir, sum spæla til Straight Parade, eru nakrir av undangongubólkunum í føroyskum tónleikilívi.

Ólavur Presley And His Dirty Rag Rags eru víðagitnir fyri teirra lívligu framførslur, har Ólavur sum ein rættur oddamaður í bólkinum kundi finna upp á bæði eitt og annað á pallinum.

Hjarnar vóru stóri rockbólkurin í Føroyum í 70’unum og fyrra parti av 80’unum. Seinni hava teir spæla aftur til ymisk tiltøk.

Jørgin Dahl var rockkomponisturin fram um allar aðrar. Hann var oddamaður í Straight Ahead, og tað varð sangir frá teirri tíðini, sum Jørgin Dahl fer at spæla á konsetini. Hann verður stuðlaður av Hjarnum á pallinum.

Dynamitt høvdu sína stóru tíð í 80’unum, tá ið teir vóru tiltiknir sum dansibólkur kring landið. Bólkurin skrivaði sangir sjálvur, og teir góvu fleiri útgávur út við kendum sangum sum Grøv Nummar 13, Pápi tín býr ei í Tórshavn og ommuna og abban frá Gjógv.

Hallur Joensen er mest aktuella navnið á pallinum hetta kvøldið, tí hann gevur í næstum út eina country-fløgu, sum er tikin upp í USA. Tónleikurin av hesari útgávuni verður spældur til konsertina.

Umframt hesar bólkar, fáa eisini tveir ungir lokalir bólkar møguleikan at verða við á konsertini. Teir verða funnir til innleiðandi konsert í Virkishúsinum.