Sámal Ímundarson var ærligur, tá Tróndur Arge á Rás2 spurdi hann hví hann hevur lagt frá sær, sum formaður í B36. Sámal Ìmundarson staðfestir, at tað er ein strævin og møtimikil uppgáva at verða formaður í einum stórum fótbóltsfelagi. Ein tung og strævin uppgáva, sum gongur útyvir familjulívið.
Sámal kundi hugsað sær, at fótbóltsfeløgini við øllum teimum krøvunum, sum UEFA hevur sett feløgunum høvdu løntar samskiparar, sum høvdu gjørt arbeiðssetningin hjá nevndunum lættari og liviligari.
Sámal undirstrikar eisini, at tað er rætt at skifta fólk út í nevndum, og ikki lata tey somu fólkini sita ov leingi við valdið.
Undir myndini ber til at hoyra eitt ljóðbrot við samrøðuni Tróndur Arge hevði við Sámal Ìmundarson, nú fyrrverandi formann í B36.