- Vit eru ein lítil kommuna, sum veruliga merkir sviðan av minkandi fólkatali og minkandi persónsskattainntøkum. Allar mánaðirnar í ár hava skattainntøkurnar verið minni enn í fjør - undantikið í august.
Tað sigur Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjins kommunu, sum eisini vísir á, at umframt hesa keðiligu gongd, røkkur tað, sum kommunan fær afturborið fyri eldraøkið, slett ikki til.
- Her restar so nógv í, at talan longu næsta fíggjarár kann gerast um nakrar hundrað túsund krónur, sum er nógv hjá einari so lítlari og fámentari kommunu.
Fimm umboð eru í Fámjins bygdarráði, men kommunulógin sigur, at tá fólkatalið fer niður um 100, sum tað er farið síðan seinasta kommunuval, kunnu bert trý mynda bygdarráðið.
- Í fleiri ár hevur fólkatalið verið støðugt minkandi, og hin 1. juni í ár vóru vit bert 84 borgarar. Eg ivist onga løtu í, at tað fer at kennast tyngri at reka kommununa, tá talið av bygdarráðslimum verður trý.
Eyðdis Ellendersen vísir á, at ein kommuna skal hava umboð í ymiskum nevndum og samstørvum, sum hon er partur av, og hon heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at umboðini eru við, tá slíkir fundir eru.
- At bygdarráðið eftir komandi val bert verður mannað við trimum bygdarráðslimum, fer at krevja meira av teimum, sum verða vald, tí tá verða færri at deila postarnar ímillum, sigur borgarstjórin.