Alt gongur eftir ætlan, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, við Rás2.
Semja er stórt sæð fingin um fiskivinnupolitikkin og onnur tung mál, og ætlanin er framvegis at hava fingið eitt samgonguskjal í kvøld ella í morgin.
- Tað hava verið langir dagar, men tað er eisini spennandi at samansjóða meiningarnar hjá flokkunum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Tað hevur ljóðað, at Miðflokkurin setur nøsina upp eftir einum landsstýrissessi, men hartil eru samráðingarnar als ikki komnar.
- Vit miða ímóti seks aðalráðum, og tað sigur seg sjálvt at tað verður trongligt við landsstýrissessum. Men alt telur í einari samgongu. Tað kunnu vera nevndarformanssessir til dømis. Hartil eru vit so ikki komnir enn, sigur Kaj Leo Johannesen.








