Strævið lív at hyggja í sjónvarp

Vanliga halda vit, at vit fáa strongd av at arbeiða. Men veruleikin er, at eitt heilt lív hyggja vit meira í sjónvarp, enn vit arbeiða, og tá vit eru til arbeiðis, gera vit alt møguligt annað enn at arbeiða. Kanska arbeiðið als ikki er trupulleikin. Kanska okkara egnu raðfestingar, hækkað sjónvarpsgjald og okursprísir frá Televarpinum eru syndararnir

Vit kenna øll okkara egnu tankar um, hvussu strævin gerandisdagurin kann vera. Vit arbeiða so nógv, at vit orka ikki at vera til. Vit droyma okkum burtur í heitari lond, so vit kunnu koma upp undan aftur. Bara eina viku ella tvær. Bara burtur.
Alt okkara grenj um strongd og ovbyrjan er yvirdrivið. Vit arbeiða ikki so nógv, sum vit halda. Satt at siga brúka vit nógv størri part av lívinum til at hyggja í sjónvarp enn at arbeiða, hóast vit eru meginpartin av degnum á arbeiðsplássinum.
Sambært tølum hjá Danmarks Radio frá 1998 hugdi hvør dani 2,75 tímar um dagin í sjónvarp ella 19 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin var 37,5 tímar um vikuna. Eina arbeiðsviku vóru danir sostatt tvífalt so nógv til arbeiðis, sum teir hugdu í sjónvarp. Nakað sama mynstur man vera í Føroyum.
Men fólk arbeiða ikki alt árið ella alt lívið. Nógv byrja, tá tey eru 25, og gevast, tá tey eru 65, so tilsamans eru tey 40 ár til arbeiðis. Liva tey, til tey eru 80, arbeiða tey bara helvtina av lívinum. Hina helvtina eru tey børn, lesandi og pensjónistar. Men eisini hesa helvtina hyggja tey í sjónvarp.
Støðan er altso, at vit hyggja í sjónvarp alt lívið, meðan vit bara arbeiða helvtina av lívinum. Um vit brúka hálva arbeiðsviku til at hyggja í sjónvarp, merkir tað sostatt, at vit brúka líka nógva tíð upp á at arbeiða sum at hyggja í sjónvarp eitt heilt lív.
Tó heldur ikki hetta er allur sannleikin, tí tey 40 árini, vit eru á arbeiðsmarknaðinum, arbeiða vit bara 225 dagar árliga, men vit hyggja í sjónvarp øll vikuskifti og alla aðra frítíð við. So vit arbeiða als ikki so nógv, sum vit hyggja í sjónvarp. Vit hyggja meira í sjónvarp.
Danski rithøvundurin Tor Nørretranders setir hetta roknistykkið upp í bókini "Frem i tiden" frá 1999. Hann samanfatar tað soleiðis: Eitt lív á arbeiðsmarknaðinum er 40 ár x 225 dagar x 7,5 tímar ella 65.500 tímar. Eitt lív framman fyri sjónvarpinum er 80 ár x 335 dagar x 2,75 tímar ella 73.700 tímar. Tá er ein sjónvarpsfríur mánaður tikin burtur av hvørjum ári.
Skeivar ímyndir
Roknistykkið kann ikki vera rætt, hugsa vit, tí vit eru jú so strongd hvønn dag. Alt í lagi, sigur Nørretranders. Rætt er tað, at familjur við smábørnum, har bæði arbeiða úti, hava trupult við at fáa dagarnar at hanga saman. Men sannleikin er, at vit arbeiða als ikki so nógv, sum vit halda, sigur hann.
Hví halda vit so, at vit hava tað strævið? Nørretranders endurgevur amerikanska rithøvundan James Gleick fyri at siga, at vit hava heilt veruleikafjarar ímyndir um, hvat vit brúka tíðina til. Tá vit halda okkum hava ringa tíð, kemst tað av, at vit brúka nógvar tímar á arbeiðsplássinum til sovorðið, sum onki hevur við arbeiðið at gera.
Vit tosa við hini og slatra um hini. Vit drekka kaffi og viðgera landsins støðu. Vit dagdroyma um ljósari tíðir. Vit pleyga timburmenn. Vit lesa bløð. Vit rógva út á internetinum. James Gleick spyr beinleiðis, um vit hava minni frítíð nú á døgum enn fyrr. Hann svarar sjálvur, at vit hyggja líka nógv í sjónvarp, koyra líka nógv í bili og røkja framvegis okkara frítíðarítriv.
Uppaftur strævnari
Men lívið er eitt verri baks, halda vit, og tað verður strævnari, heldur Tor Nørretranders, tí í framtíðini fara kunningartøknin og øll tann upplýsing, hon sprænir úr sær, at krevja, at vit fylgja við. Teldur, sjónvørp, útvørp, fartelefonir, DVD-spælarar, Play Station. Breiðbond, fylgisveinar, parabolir. Alt fer at krevja tíð og orku frá okkum.
Trupulleikin verður bara, at upplýsingin og undirhaldið verða so rúgvismikil, at vit finna ikki útav, hvat vit vilja hoyra og síggja. Onki menniskja rúmar allan tann streym av upplýsing, sum longu í dag stendur okkum í boði at stytta okkum um stundir við. Men tøknin er uppfunnin. Úr henni skulu vinnast pengar, og tí verða vit undirdíkt við lýsingum, spølum, spurnarkappingum, porno og øðrum, ið kunnu skapa tann spenning í okkara lívi, sum vit ikki longur duga at skapa sjálv.
Vandin við hesi gongd er, at vit verða óvirkin. Vit verða óvirknir njótarar í okkara egna lívi av onkrum, sum vit halda, at vit hava brúk fyri, men sum vit í roynd og veru ikki hava brúk fyri í so stórum mongdum. Vit fara kanska at gloyma, at vit eru menniskju av kjøti og blóði við kroppum, sum skulu brúkast, og sum fella í órøkt og geva ilt av sær, verða teir ikki brúktir.
Framtíðin verður kanska henda: Vit arbeiða framman fyri telduni allan dagin, og um kvøldið hyggja vit í sjónvarp og rógva út á internetinum, til vit fara í song. Sosialu samveruna fáa vit umvegis teldupostin og SMS-boð. Sannleikarnar um landsins støðu og illstøðu lata vit journalistarnar bera okkum. So sita vit og stara og lurta og trúgva øllum.
Hetta er ikki framtíðin. Hetta hendir nú. Framtíðin verður fløktari. Fleiri útvarpsrásir. Fleiri sjónvarpsrásir. Internetið bundið í sjónvarpið. DVD-spælarar í hvørjum barnakamari. Mongdin av upplýsing verður ótømandi, men spurningurin er, um innlitið í lívsins veruligu samanhangir verður størri. Neyvan verður tað størri av Televarpinum. Neyvan heldur av at hækka sjónvarpsgjaldið uttan at krevja innihald við innliti afturfyri.
Løgnir okursprísir
Lat okkum dvølja við almenna útboðið av sjónvarpsrásum í høvuðsstaðnum eina løtu. Tá alt var við tað gamla, høvdu vit seks góðar rásir av velja ímillum, SvF og tær fimm á Rás Tórshavn. Rásirnar kostaðu 1.500 krónur í sjónvarpsgjaldi árliga ella 125 krónur um mánaðin. So avreiddi Tórshavnar Kommuna Rás Tórshavn til Televarpið, sum fyri almennar pengar fór at kappast við almenna SvF um hyggjararnar.
Sambært liberalistiskari grundhugsan skal kapping koma brúkarunum til góðar. Hon skal gera alt bíligari. Men so er ikki á almenna føroyska sjónvarpsmarknaðinum. Tey, sum ikki hava Televarpið, fáa nú bara SvF fyri 2.000 krónur um árið ella 166 krónur um mánaðin. Fyrr høvdu tey seks rásir fyri 500 krónur minni um árið.
Tey, sum vilja hava Televarpið, tí tey sakna Rás Tórshavn, mugu langt niður í pengapungin. Tey skulu fyrst keypa sær ein móttakara fyri 2.195 krónur. Tað svarar til 183 krónur um mánaðin tað árið, sum íløgan verður gjørd. Harnæst skulu tey tekna seg sum haldara av høvuðspakkanum hjá Televarpinum. Hann kostar 2.148 krónur árliga ella 179 krónur um mánaðin.
Sjónvarpsundirhaldið, sum fyrr kostaði 125 krónur um mánaðin og 1.500 krónur árliga, kostar altso nú 166 krónur + 183 krónur + 179 krónur ella 528 krónur um mánaðin. Tilsamans 6.343 krónur árliga.
Men enn vanta Canal+ og nakrar aðrar rásir í eykapakkanum. Tær selur Televarpið fyri 2.628 krónur árliga ella 219 krónur um mánaðin. Tilsamans skulu vit sostatt gjalda fyri SvF og Televarpið 528 krónur + 219 krónur ella 747 krónur um mánaðin fyrsta árið. Árliga er upphæddin 8.971 krónur. Ímóti 1.500 krónum frammanundan.
Mangar kærar tøkkir munnu fara til Tórshavnar Kommunu fyri hesa príshækking. Tann betra loysnin var, at havnarborgarar tóku lógvatak saman um at gjalda tær 800.000 krónurnar, sum TV3 vildi hava um árið fyri at halda fram í Føroyum.
Skuldu 6.000 húsarhald í Havn goldið 800.000 krónur í eitt ár, hevði kostnaðurin verið 133 krónur um árið fyri hvørt húsarhald ella 11 krónur um mánaðin. Ein mjólkarpakka aftrat um mánaðin fyri at varðveita Rás Tórshavn!
Men kommunan vildi flyta Rás Tórshavn inn undir Televarpið, sum hevur okkara egnu telefonrokningar sum grundkapital. Samstundis hækkaði sjónvarpsgjaldið. Úrslitið varð okursprísir allastaðni. Men fingu vit nakað afturfyri? Cartoon Network og God Channel.
Meira gangur
Vit kunnu sjálvandi velja at lata vera við at taka synd í teimum sjúku og gomlu, sum høvdu TV3 sum høvuðsinnihald hvønn dag, og keypa okkum allar rásirnar hjá Televarpinum og gjalda hækkaða sjónvarpsgjaldið. Ella vit kunnu fáa okkum eina góða parabol. Men hví ikki bara hava SvF? Hví fáa sær meira gang inn í húsið?
Ein 80 ára gomul kona helt nú ein dagin fyri, at tey, sum eru ung í dag, verða uttan iva nógv fyrr deyv enn hon og hennara javnaldrar, tí nú á døgum er so nógvur gangur allastaðni. Alt sjengrar og sjarrar allan dagin. Ongin fær frið ella finnur frið. Ongin steðgar á og fordjúpar seg í innastu ynskjunum og hægru meiningunum.
Kanska hevur hon rætt, tí vit eru jú strongd, og vit eru tað, hóast vit hyggja tvífalt so nógv í sjónvarp, sum vit arbeiða. Hvat sigur tað? At vit arbeiða ov nógv? At vit hyggja ov nógv í sjónvarp? At vit brúka tíðina skeivt? At heilin fær ov lítið av ilt? At vit røra kroppin ov lítið? Valla fæst svarið til keyps frá Televarpinum. Men kanska onkur føroyskur fjølmiðil setir spurningin á dagsskránna í øllum meldrinum.