Um summarið hevur hann sína gongd á graslíkisvøllum kring landið, har hann letur føturnar tala fyri seg, tá hann tørnar út fyri HB. Um veturin er tað tó hondbólturin, sum upptekur alla hansara tíð, og er lagið gott, kann tað vera ein sonn fragd at eygleiða, hvussu væl hann handferð lítlu leðurkúluna.
Tekniskt góður
Hallur Danielsen, spælskiparin hjá hoyvíkingum seinastu árini, hevur nú í nøkur ár verið at sæð á besta liðið teirra, har hann við sínum góða yvirblikki og og róliga spæli hevur stýrt álopsspælinum.
Hann er ikki leikarin, sum setur seg ígjøgnum við fysiskari styrki ella skjótleika, men hevur sína avgjørdu styrki í innaru síðuni av høvdinum og teknikkinum. Harumframt er hann rættuliga treiskur, og úthaldni hansara ger ofta, at hann eisini verður nýttur til at mansverja mótleikarar, tá hoyvíkingarnir eru í verjustøðu. Hann leikti við yngru deildunum hjá H71 øll ungdómsárini, og var m.a. við til at vinna fyrsta FM-heitið nakrantíð til felagið, tá teir miðskeiðis í áttatiárunum vunnu landskappingina í dreingjadeildini.
Krevur ov nógv
Í ár er tað tó ikki vist, at vit koma at síggja Hall á hondbóltsvøllunum, við tað at hann enn ikki hevur gjørt av, um hann framhaldandi ætlar sær at nýta somikið stóran part av sínari frítíð til ítrótt. Sum nevnt omanfyri, so hevur hann í summar verið aktivur sum fótbólstleikari, og Hallur dylur ikki fyri, at tað kann gerast í so møtumikið at skula vera við í fremstu røð árið runt.
Hallur vónar tó, at hoyvíkingarnir á 1. deildarliðnum fara at standa seg væl í ár. Sjálvandi kann ikki roknast við nakrari toppplasering, nú frágongdin hevur verið somikið stór, men hinvegin kann væl hugsast, at teir gera onkran vørr ímóti liðum, sum í hvussu so er á pappírinum eru væl sterkari.
Ungt gott fólk
Nógvir ungir og evnaríkir spælarar eru á veg inn á 1. liðið hjá H71, og væntar Hallur at hetta sjálvsagt kann gera, at spælið fyrstu tíðina gerst nakað óstøðugt. Hinvegin kann hetta so eisini viðføra, at liðið kemur at hava eina stammu av leikarum, sum allir hoyra til felagið, og at hetta vónandi kemur at viðføra, at felagið kann gerast meira støðugt í sínum avirkum.
Hallur sigur at enda, at hann ynskir øllum hoyvíkingum eitt gott kappingarár, har hann vónar at nýggju leikararnir veruliga sleppa at vísa sítt sanna virði. Hetta sigur hann eisini vera galdandi fyri onkrar av teimum leikarum, sum nú hava verið á 1. liði í nøkur ár, men sum hetta kappingarárið koma at fáa eina nógv størri byrðu at bera.