Føroyska Gunnvør Dalgaard hevur mangan verið frammi í donskum og føroyskum miðlum. Modellin, sum hevur livað saman við Oliver Bjerrehuus í mong ár, er nú aftur við barn við Oliver, hóast tey ikki eru par.
Í Sosialinum í dag greiðir hon frá avleiðingunum av, at miðlarnir hava áhuga í hennara privatlívið.
Millum annað sigur hon, at tað er strævið, tá ið persónlig viðurskifti enda sum yvirdrivnar forsíðusøgur.
Les Sosialin, sum kemur á gøtuna kring landið seinnapartin í dag.