Skalt tú senda eitt kók av feskum tvøsti niður, skalt tú ígjøgnum eitt somikið umfatandi skrivstovuveldi, at tvøstið neyvan er feskt, men heldur turt, tá tað kemur fram Tað er onki nýtt í, at ES og danskir myndugleikar eru heimsmeistarar í bureaukratii. Hetta rakar eisini viðhvørt føroyingar, bæði her á landi og í Danmark. Skalt tú senda til dømis 30 pund av kjøti niður til eina føroyska familju, skalt tú fyrst býta kjøti í tríggjar partar. Síðani skalt tú pakka teir inn hvør í sær, skriva navnið á einum í húskinum hjá móttakaranum á hvønn pakka, fyri til endans at pakka allar tríggjar pakkarnar saman í ein stóran pakka!
Soleiðis gera myndugleikarnir tað so hugaligt hjá gávumildum ommum og abbum, sum vilja gleða børn og ommubørn við einum kjøtbita um jólini.
Sambært Heilsufrøðiligu Starvstovuni er tað ES og danska Fødevarestyrelsen, sum seta reglur fyri innflutningi av mati úr Føroyum til Danmarkar til privata nýtslu.
Føroyingar hava loyvi at innflyta mat til Danmarkar, antin í viðføri ella sent við pakka, soleiðis: Í mesta lagi 5 kg pr. fólk, maturin skal verða í viðføri ella sent í pakka og maturin skal verða til egna nýtslu. Men tað er loyvt at samsenda matin soleiðis, at fleiri pakkar á 5 kg í einum kolli kunnu sendast til sama bústað. Tá skal ein váttan fylgir við sendingini har navn og bústaður á øllum móttakarunum stendur á. Hvør pakki er pakkaður fyri seg til hvønn persónin í sendingini og í mesta lagi 5 kg í part.
Í sambandi við grind og spik eiga fólk fyrst at søkja um útflutningsloyvi frá Náttúrugripasavninum, og síðani um innflutningsloyvi frá Skov-og Naturstyrelsen. Loyvini skulu fylgja við sendingini.