Hesir steinarnir, sum liggja beint uttanvert har »Røstin rísin rann«, sum lokala skaldið Poul F. Joensen tók til. Hesi dømini um, hvørja styrki tað krevur at standa ímóti tí streymi, sum alla tíðina gongur á. Prógvini um, at tað bara er tað allarsterkasta, sum yvirlivir, tá veldugu kreftirnar fara í gongd.
Tað krevur bæði mátt og mót at standa ímóti rákinum, sum fer við nógvari ferð í báðum borðum. Tað er ikki lukkuligt at vera øðrvísi enn hini. Tað ræður um at fylgja við rákinum. Tað kostar at hava egna meining.
Her stendur tú so. Púra einsamallur brýndur upp í nakka. Alt rundan um teg er farið, og bara har langt burturi sært tú onkran, sum enn sterkari er enn tú, og hevur klárað at staðið ímóti. Men breitt er sundið ímillum, og nógv, sum forðar, er á vegnum. Ágangurin er øgiligur, og at enda fert tú eisini at leggjast fyri. Stúrir tú fyri.
Men so gongur tíðin, og sól og máni skifta støðu, so rákið linkar. Aftur verður betri í sjónum, og rákið er mestsum við. Nú ber aftur til at koma upp undan eina løtu. Røstin leggur seg, og lív sæst í bæði borð. Nú er knappliga stuttligt aftur at standa her og kenna teg rættiliga í veldum her mitt í ongum.
Tað er so lætt at vera »in«, sum tað eitur í dag. At gera akkurát tað, sum hini gera, og sum er smart og tíðarhóskandi.
Hinvegin er tað ikki altíð lukkuligt at hava egnar meiningar um tingini, eru tær ikki tær somu, sum meirilutin hevur. Fyri ikki at tala um at tora at siga tær hart.
Dagliga síggja vit hesar støðurnar stinga seg upp, har fólk, sum ikki hava somu áskoðan, sum meirilutin annars hevur, verða hildin uttanfyri og hartað. Tað er alt frá skúlagarðinum heima hjá okkum sjálvum, til meira stórpolitisk mál úti í heimi.
Grundgevingarnar hjá teimum, sum fremja ágangin, eru so ymiskar. Viðhvørt er tað politikkur. So er tað húðalitur ella trúgv. Viðhvørt er tað kynið, sum er avgerandi fyri, um viðkomandi sleppur upp í part ella ikki.
Og sera ofta vísir tað seg, at tá alt kemur til alt, so er tað tann, sum er fyri áganginum, sum í grundini sterkastur er, varð tikið einsæris burtur úr rúgvuni.
Men samanhaldið vinnur. Tað verið seg í ringum ella góðum. Er ágangurin bara nóg nógvur og áhaldandi, skal nokk eydnast at fáa broytt og helst brotið tann, sum dittar sær at muta ímóti.
Summum dáma kortini beinleiðis í mótráki. Tað er líkt til at tey trívast við kegli og balladu. Hava tað líkasum ikki gott uttan, kann tað tykjast fyri umhvørvið.
Men ivaleyst er ikki so. Heldur meira bara ein áheitan á umhvørvið um at geva teimum gætur, so tey sleppa upp í part og sleppa at venda og halda við streyminum.
Aftur linkar og vendir. Á kyrrindunum er lív aftur bæði undir og yvir. Tað floytir sær omaná, og tað, sum í erva er veiðir úr luftini, meðan rovdjórini í neðra eisini koma upp at fáa sær part av tí føði, sum á kyrrindunum er.
Tað er líkasum eitt samgonguslit, kunnu vit siga. Partarnir gera seg út til nýtt val og vilja tykjast viðeiriligir. Alt tað harða stríðið, sum verið hevur, men streymurin rann, er lætnað. Øll hava tíð at gera okkurt annað enn tað vanliga. Men úrslitið er tað sama sum altíð. Teir sterku raka til sín, meðan tann minni menti er fongurin.
Tá so rákið harðnar aftur, og allir partar hava nokk við at sæta sær millum kyrrindini, er sama lívið aftur. Hvør sum sterkastur er, roynir at sæta sær, og so má tann, sum ikki er sum hini, lúta.