Undir valstríðnum hava teir borgarligu sagt, at teir vóru samdir um, at Fredrik Reinfeldt skuldi verða forsætisráðharri, vunnu teir valið. Hinvegin stóðu allir aðrir spurningar opnir, og eygleiðarar í Stockholm søgdu í gjárkvøldið, at nú byrjar stríðið um ráðharrastørvini.
Sambært fjølmiðlunum eru eingi uppløgd evni til fleiri týðandi ráðharrastørv so sum fíggjarmál, uttanríkismál og almannamál. Tað er eisini púra opið, hvør kann umsita løgmálaráðið.
Sambært sjónvarpinum TV4 kundi valúrslitið bent á, at Moderaterna fáa 10 ella 12 ráðharrar, meðan hinir tríggir flokkarnir fáa fýra ella fimm í part.