Stríð um oyggjar

Stjórnin í Filipsoyggjunum hevur samtykt at útbyggja flogvøllin á Spratley-oyggjunum í Suðurkinesiska Havinum, men tað hóvar ikki hinum londunum har um vegir.

Kina, Vietnam, Malaysia, Brunei og Taiwan halda hvørt í sínum lagi uppá, at tey hava rætt til oyggjarnar, sum verða hildnar at hava bæði olju og gass í undirgrundini. Fyri fýra árum síðani skrivaðu Filipsoyggjarnar og níggju onnur lond undir ein sáttmála um at loysa møguligar ósemjur um oyggjarnar á friðarligan hátt, og har stendur eisini, at partarnir skulu ikki taka nakað stig, sum kann ávirka støðuna. Hini londini vera við, at samtyktin hjá stjórnini í Manila um at útbyggja flogvøllin á oyggjunum er brot á sáttmálan, og tey krevja tí, at ætlanin verður slept.

Fyribils er tó einki, sum bendir á, at filipinsku myndugleikarnir ætla at slaka, men málið kann økja spenningin. Í 2002 var eisini rok um oyggjarnar, og tá skutu vietnamesar ávaringarskot eftir filipinskum hernaðarflogførum, skrivar AP.