Flutningur
Í skjótt eitt ár hava bussførarar, sum hava sáttmála við Bygdaleiðir, stríðst við at fáa eina betri lønarregulering, men hetta hevur higartil ikki eydnast. Partarnir tulka sáttmálan ymiskt ? ja, so ymiskt, at talan er um miljónir á muni millum tulkingarnar. Allir, sum hava sáttmála við Bygdaleiðir, standa saman í hesum máli, og teir vendu sær herfyri til sakføraran, Sigmund Poulsen, sum nú tekur sær av málinum fyri teir.
- Vit eru rættiliga ósamdir við Bygdaleiðir um tulkingarnar, og vit halda, at sáttmálarnir verða ov lítið reguleraðir, siga bussførarar, sum Sosialurin hevur tosað við.
Tað eru einir níggju arbeiðstakarar kring landið, sum hava høvuðssáttmálar við Bygdaleiðir, og síðan eru fleiri undirsáttmálar.
- Vit hava einki felag, sum vit stríðast saman við, men vit standa saman, allir sum ein.
Tað er eitt Bussfelag, men í hesum felag eru fleiri aðrir limir enn teir, sum koyra fyri Bygdaleiðir, og tí hava teir, sum hava sáttmálar við Bygdaleiðir, valt at koyra hetta málið sjálvir ? og nú við hjálp frá sakførara.
- Sáttmálarnir eru í lagi, um vit fingu ta regulering, sum vit fingu við gomlu sáttmálunum. Í harðari kapping millum arbeiðstakarar bjóðaðu vit út frá teimum fyritreytum, sum vóru galdandi frammanundan, men nú vilja Bygdaleiðir hava, at lønarreguleringin verður øðrvísi, enn hon áður hevur verið.
Sum skilst, vilja Bygdaleiðir, at reguleringin í sáttmálunum hongur saman við prístalinum, men arbeiðstakararnir duga ikki at síggja, hví tær vørur, sum prístalið byggir á, nú knappliga skulu nýtast sum grundarlag fyri reguleringini hjá teimum.
- So, her eru vit rúkandi ósamdir, siga bussførararnir, sum Sosialurin hevur tosað við.
Klára ikki skeiðið
Sáttmálarnir, sum bussførararnir hava við Bygdaleiðir, eru galdandi í fimm ár, og teir flestu hava hálvt triðja ár eftir. Onkur sáttmáli er gjørdur eitt sindur seinni, og gongur tí eisini út eitt sindur seinni.Men hvat kann so í ringasta føri spyrjast burtur úr, um reguleringin ikki kemur upp á pláss, soleiðis sum arbeiðstakararnir høvdu væntað, tá ið teir bjóðaðu upp á ruturnar?
- Tað kann henda, at onkur arbeiðstakari, sum hevur ein lakari sáttmála, ikki klárar at koyra alt skeiðið, og tískil noyðist at gevast ? um lønarreguleringin ikki kemur upp á pláss.
Sum skilst á bussførarunum hjá Bygdaleiðum, eru vónirnar um loysn á trætuni ikki nakað serligar, og tí er ikki óhugsandi, at málið endar í einum gerðarrætti.
- Umsitingin hjá Bygdaleiðum avvísir okkum, og tí noyðist nú sakførari okkara at taka málið upp.
Arbeiðstakararnir siga seg ikki hava hugsað um tiltøk, har koyringin møguliga verður niðurløgd fyri at mótmæla reguleringini, men teir halda hinvegin, at tað "bleytasta" er at lata ein gerðarrætt taka støðu í málinum.
- Vit hava samtykt at koyra málið í ein gerðarrætt, um sakførari okkara kemur til somu niðurstøðu, siga bussførararnir, sum Sosialurin hevur tosað við.