Royal Greenland og Polar Seafood ætla at skipa eitt fiskimannafelag afturat Tey bæði stóru reiðaríni í grønlendsku rækjuvinnuni, Royal Greenland og Polar Seafood, eru í ferð við at stovna eitt fiskimannafelag uttan um tað kenda fiski- og veiðimannafelagið KNAPK.
Leif Fontaine, sum er formaður í KNAPK, sigur við grønlendska kringvarpið málið hjá teimum báðum fyritøkunum er at taka tað fíggjarliga grundarlæagið undan tí gamla fiski- og veiðimannafelagnum.
Men tað avsannar stjórin í Royal Greenland, Paviaraq Heilmann. Hann sigur við KNR, at málið hjá teimum báðum fyritøkunum er at skipa øll fiskivinnuáhugamálini í eitt felag, so høvuðsvinnan kann standa sterkari.