Tey seinastu árini hava norðmenn latið írum 15 havørnir fyri at hjálpa teimum at endurbyggja havørnastovnin í Vesturírlandi. Men nú er málið brádliga vorðið ein diplomatiskur trupulleiki, skrivar Aftenposten.
Orsøkin er, at 14 av teimum 15 havørnunum eru funnar deyðar, og kanningar hava víst, at minst sjey teirra doyðu eftir at hava etið eitur.
Írsk lóg loyvir eitt nú bøndrum at leggja eitur fyri revar, men hildið verður, at bøndurnir hava lagt eitur fyri ørnirnar. Bøndurnir hava ongantíð verið serliga fegnir um tiltakið at endurbyggja havørnastovnin, tí teir eru bangnir fyri, at ørnirnar fara at taka smálomb.
Norðmenn meta málið so álvarssamt, at norski sendiharrin í Dublin, Øyvind Nordsletten, hevur gjørt vart við seg.
-Vit harmast um tað, sum hent er, og vit vóna, at myndugleikarnir her eru til reiðar at gera alt fyri at steðga teirri ólógligu eitranini, sigur sendiharrin við írska blaðið Belfast Telegraph.