Umleið 2350 fiskimenn hava atkvøðurætt til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag á hesum sinni, og fiskimenn hava høvi at velja fram til á middegi, 30. januar. Stríðið um formanssessin í Føroya Fiskimannafelag er hert seinastu dagarnar.
Sitandi formaður Jan Højgaard hevur í lesarabrævi í vikuni lagt eftir mótvalevni sínum, Henriki Old, sum svarar aftur í bløðunum, sum koma í sølubúðirnar í dag.
Orðadráttur hevur eisini tikið seg upp millum Jan Højgaard øðrumegin og tríggjar av stjórnarlimum hansara, Eyðun Johannesen, næstformann í felagnum, Karl Isaksen og Fríðrik Sivertsen, hinumegin.
Fríðrik Sivertsen hevur eisini funnist at formanninum fyri ivasama fíggjarstýring og Eyðun Johannesen, næstformaður, segði seg í lesarabrævi í gjár taka undir við sjónarmiðunum hjá Fríðriki Sivertsen.
Formansvalið í Fiskimannafelagnum heldur fram til 30. januar, sum er ein leygardagur, og síðan verður uppteljing sunnudagin, 31. januar.
Umleið 2350 fiskimenn, sum hava verið mynstraðir eftir sáttmála millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið árini 2008 og 2009, hava atkvøðurætt til formansvalið í Fiskimannafelagnum.
Skeiðið hjá formanninum byrjar 1. februar og varar í trý ár.
Hósdagin í næstu viku verður almennur kjakfundur millum Jan Højgaard og Henrik Old á Vinnuháskúlanum í Havn.