Stríðsvognar til sølu

Herurin í Eysturríki hevur in trupulleika. Herurin hevur endurnýggjað fleiri av sínum stríðsvognadeildum, men tað hevur víst seg, at eingin vil hava teir gomlu stríðsvognarnar, sjálvt um tir ikki eru stórt meiri enn tíggju ára gamlir. Tí hevur herleiðslan nú sett eina lýsing í bløðini, har fólk fáa høvi til at ogna sær ein stríðsvogn. Fyribils eru umleið 200 stríðsvognar lýstir til sølu.