Stríðsvognar í Kairo

Stríðsvognar hjá egyptiska herinum komu í nátt inn í høvuðsstaðin Kairo og standa nú á varðhaldi uttan fyri forsetaborgina.

Í gjárkvøldið og í nátt vóru harðir samanbrestir millum mótmælisfólk og stuðulsfólk hjá Mohamed Mursi, forseta. Fólk tveittu grót og bensinbumbur eftir hvør øðrum, og sambært bretska kringvarpinum BBC lótu tvey fólk lív, og meiri enn 350 fingu skaða.

Talsfólk hjá andstøðuni siga, at Muskimski Bróðurskapurin hevur øst síni viðhaldsfólk og eggjað teimum til at fara harðliga fram ímóti mótmælisfólki.

Sambært BBC hevur stjórnin staðfest avgerðina hjá forsetanum at hava fólkaatkvøðu um nýggja grundlóg seinni í hesum mánaðinum.