Fótbóltur
1. Jákup Mikkelsen, KÍ (65 dystir/0 mál)
Í seinasta heimadysti sínum fyri A-landsliðið segði Jákup Mikkelsen áskoðarunum farvæl á best hugsandi hátt. Brotssparkið fekk hann so einki gjørt við, og hann hevði onkra kanónbjarging í seinna hálvleiki, tá trýstið var støðugt og stórt. Hinvegin var hann nakrar ferðir fangaður upp á millumhond, tá litavar sendu langt móti handara stólpa, men lukkutíð slapp hetta ikki at oyðileggja góða dagin.
2. Johan Troest Davidsen, NSÍ (13/0)
Var komin fyri seg eftir skaða í fótliðnum, men hóast fráveran frá dysti hevur vart einar tríggjar vikur, tóktist hetta ikki at nerva tað minsta. Var sera tryggur í verjuspælinum, har hann sjáldan varð yvirspældur, og vann hópin av nærdystum. Eisini við at trekkja inn at hjálpa miðverjuni. Staðfesti aftur, at hann er sjálvskrivaður partur av føroysku verjuni – mest sum líkamikið, hvat at teimum fýra plássunum hann verður settur at røkja.
3. Einar T. Hansen, NSÍ (8/0)
Fekk endurval hóast ikki so sannførandi avrik í Eysturríki. Og hann reisti seg við manér. Var frá fyrsta bríksli í krovinum á beinleiðis mótstøðumanni sínum, sum sjáldan slapp serliga væl framat í álopspartinum. Var kanska ikki altíð so beinrakin í avspælinum, men tað konsekvensur og ferð yvir spælinum, og við avrikinum staðfesti Einar, at hann framvegis skal roknast sum ein seriøsur kandidatur til bakkplássið, hóast hann er leikabnnaður næstu ferð.
4. Atli Gregersen, Víkingur (4/0)
Hóast landsdystartalið ikki er tað heilt stóra enn, so er hugaligt at síggja, hvussu autoriteturin hjá Atla tykist at veksa fyri hvønn dystin. Virkaði í longum løtum mikukvøldið sum veruligur stýrimaður í verjuni, har hann sjáldan lat nakran litava fáa nakað sum helst í nærdystum. Mongu innleggini hóskaðu honum heldur ikki illa, og saman við nýggja makkaranum gjørdist Atli ein rættiliga sentralur persónur í dystinum.
5. Bartal Eliasen, ÍF (6/0)
Kanska óvæntað gjørdist hann partur av verjuni, og tað skuldi vísa seg sum eitt framúr skilagott val av Brian Kerr. Tað kann væl vera, at Bartal hevði havt trupulleikar móti einum liði, sum hevði hildið bóltinum meira á jørðini. Men tað gjørdu litavar ikki, og tí var tað eitt framúr skilagott val. Var kanska eitt sindur nervøsur fyrstu løtuna, og hann var maðurin, sum framdi heldur bíliga brotssparkið, men so er ikki meira negativt at siga. Átti loftrúmið, har sum hann var, og neyvan verður litaviski landsliðsvenjarin bilsin, um onkur í dag sigur honum, at talan altso var um ein av bestu flogbóltsspælarunum í landinum.
6. Jann Ingi Petersen, NSÍ (15/0)
Skuldi yvirtaka leiklutin hjá Fróða Benjaminsen, og lyfti hetta við einum framúr arbeiðsavriki. Var serstakliga sjónligur fyri steðgin, tá hann vann eitt hav av nærdystum, umframt at hann mest sum altíð slapp sær skilagott av við bóltin aftur. Avspælið haltaði kanska nakað eftir steðgin, tá trýstið á føroyska liðið bara vaks. Men arbeiðsavrikið var framvegis tað sama, og tá var tað eisini hetta, sum hevði størsta týdningin.
7. Jákup á Borg, B36 (59/2)
Varð settur á offensiva miðvøllin, og framdi har eitt framúr avrik, har hann eisini var við í uppspælinum til bæði málini. Var fyri steðgin ein av krumtappunum í freka og avbjóðandi føroyska spælinum, og vann eisini hópin av bóltum. Hóast stóra arbeiðsavrikið byrjaði at seta síni merki eftir steðgin, stríddist hann ótroyttiliga í verjupartinum, eins og hann fleiri ferðir var frammi at stressa litaviska upspælið. Prógvaði fyri øllum, at hann framvegis er ein týðandi partur av hópinum, men má so bíða til Rumenia, áðrenn hann fær møguleikan at runda teir 60 dystirnar.
8. Símun Samuelsen, Keflavík (26/1)
Hevur veruliga ferðina til at bjóða av, og fyri steðgin varð hetta eisini prógvað óteljandi ferðir við góðum renningum og gjøgnumbrotum. Tað var eisini eitt av hesum kastaði frísparkið til fyrsta málið av sær. Hevði eisini dirivið til at royna seg við skotum, og hóast hesi ikki raktu heilt har, sum tey skulu, var hetta avgjørt við til at órógva mótstøðuverjuna. Er eisini millum leikbannaðu spælararnar til næsta dystin, og tað verður ein veruligur saknur í føroyska álopsspælinum.
9. Súni Olsen, Víkingur (37/3)
Var maðurin, sum, við einum dreymahøggið sparkaði Føroyar á sigurskós eftir lítlum korteri. Var aftur hesa ferð ein týðandi partur av føroyska miðvøllinum, men dysturin, sum sat í beinunum, hevði við sær, at hann ikki dekkaði eins stórt arbeiðsøki, sum miðvallarfelagararnir gjørdu tað. Djúpu sendingarnar vóru tó sera týðandi partur av føroyska álopsspælinum, og tekniski førleikin bar við sær, at hann ofta slapp væl úr nærdystunum, eins og hann vann fleiri fríspørk.
10. Christian Lamhauge Holst, Silkeborg (17/2)
Var nakað óvæntað tikin út á kantin hesaferð, og tóktist hann ikki trívast heilt so væl á plássinum, sum hann ger sentralt. Arbeiddi tó støðugt fyri sakini, og dugdi væl at leita inn í vøllin, og á tann hátt skapa órógv í litavisku verjuni. Við knappari vending var hann eisini maðurin, sum vann málgevandi frísparkið til 1-0. Stríddist framúr væl allan dystin á tamb, hóast beinini at enda tóktust meira moyr enn gott er.
11. Arbjørn T. Hansen (6/1)
Kom úr ongum og beint inn í byrjunaruppstillingina, og við málinum prógvaði hann, at venjarin hevði tikið røttu avgerðina. Arbeiddi serstakliga hart, tá hann sum einsamallur framherji skuldi leggja trýst á, og jagstraði alt tað, sum kundi jagstrast. Er tó fyrst og fremst virðismikil við ótrúliga máltevi sínum, og er hetta intakt, eigur Arnbjørn at vera sjálvskrivaður í hópinum.
12. Andreas Lava Olsen, Víkingur (5/1)
Avloysti ein útlúgvaðan Arnbjørn Hansen av, og skuldi tá vera maðurin, sum kundi gagnnýta alsamt vaksandi gloppini í tunnu litavisku verjuni. Var eisini í góðum støðum einstakar ferðir, men møðin hjá viðspælarunum gjørdi, at sendingarnar tá ikki vóru heilt so neyvar, sum tað hevði verið ynskiligt.
17. Brian Olsen, EB/Streymur (1/0)
Kom á vøllin seinastu lítlu løtuna, og fekk harvið sín landsliðsdebut í einum minningarríkum dysti. Tíðin á vøllinum var tó alt ov lítil til at gera nakra meting av avrikinum.
Venjari: Brian Kerr
Sýndi stórt diriv – ov stórt hildu summi – tá føroyska liðið skuldi setast. Men við sigrinum er ilt at seta fingurin á nakra dispositión yvirhøvur. Heldur ikki, hóast tað var eitt sindur merkisvert, at bert tvær útskiftingar vórðu framdar hjá deyðamøddu monnunum. Men kanska mugu vit bara læna standardsetningin hjá Manchester United-fjepparum. Brian Kerr is always right!