Sverri Jacobsen ivast ikki í, at javnleikurin og eina stigi móti sundalagsmonnum var uppiborin.
– Figtherviljin fekk inn í aftur dystin. Beinanvegin í seinna hálvleiki vísti vit, at vit vildu stríðast, og vit fáa eisini brotsspark tíðliga. Hetta brenna vit, men vit forseta og tað gevur at enda úrslit. Og soleiðis sum dysturin tók seg út, so haldi eg tað var uppiborið, sigur Sverri Jacobsen.
Móti HB seinasta sunnudag stríddu gøtumenn seg til sigurs, og í dag stríddu teir seg til eitt stig.
– Vit hava mangla stríðsviljan aðrar dystir í ár, men hesin stríðsviljin sær nú út til at vera funnin fram aftur, sigur Sverri Jacobsen.