Tað verður eftir øllum at døma stríðsval um nevndarsessirnar í Fótbóltssambandinum, tá aðalfundurin verður leygardagin 20. feburar. Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Oddmar Selfoss taka allir við afturvali, men teir fáa kapping um plássini, tí Rúni Herup Olsen og Kenneth Hovgaard stilla eisini upp. Tað hevur In.fo fingið at vita.
Rói Schrøter stillar upp fyri suðuroyarliðni og hevur verið varaforseti og formaður í kappingarnevndini. Fríðin Ziskason verður stillaður upp av KÍ, meðan Oddmar Selfoss er varalimur fyri Jákup Martin Joensen, ið hevur lagt sessin frá seg, eftir at hann tók við sum venjari hjá EB/Streymi.
Avbjóðarnir eru báðir úr Havn. Rúni Herup Olsen er fyrrverandi formaður í B36, meðan Kenneth Hovgaard er fyrrverandi formaður í Giza Hoyvík, sum í dag bara eitur FC Hoyvík.
Aðalfundurin verður leygardagin 20. feburar.