Stríðssigur

Liðskipari hjá EB/Streymi helt sigurin á HB vera úrslit av, at leikararnir á samansetta liðnum alla tíðina hava arbeitt hart og miðvíst. Eisini hóast úrslitini ikki hava verið til vildar

Fótbóltstos

Tað var sjálvandi ein fegin liðskipari hjá EB/Streymi, sum vit hittu á Eiði, tá samansetta liðið annað árið á rað gjørdist hitt fyrsta at fella oddaliðið.
Í ár kom sigurin kanska meira óvart á enn javnleikurin móti GÍ í fjør. Árið hevur yvir høvdu hilnast illa hjá EB/Streymi, og tó at tapini ofta hava verið tepur, slepst sjáldan undan, at slíkt úrslit seta síni spor.
- Tað kann vera nakað um tað, men eg haldi tó ikki, at vit nakran tíð hava mist mótið. Vit hava alla tíðina arbeitt sera hart fyri at gerast betri, og sjálvur haldi eg tað vera uppiborið, at vit í dag fáa løn fyri alt stríðið, helt Ronnie Samuelsen, tá vit spurdu hann um hetta eftir dystin.
- So kann væl vera, at vit hava marginalarnar við okkum í dag, men teir skulu so eisini til, um tú skalt vinna dystir. so einfalt er tað.

Trú alla tíðina á møguleikan
Eitt er venda ringu gongdini. Eitt annað er at gera tað í dysti móti ósigraðum oddaliðið, men hóast uppgávan á pappírinum tóktist ovurstór, so legði liðskiparin dent á, at leikararnir allir trúðu upp á møguleikan, tá teir fóru á vøllin.
- Vit søgdu undan hesum dystinum, at nú mátti tað bera ella bresta. Tað gjørdu vit eisini seinast, og hóast tað tá endaði við greiðum tapi, so var serliga fyrri hálvleikur ta ferðina nakað at byggja víðari á.
- Hesa ferð gekk so betri, og fremsta orsøkin var heilt greitt, at vit arbeiddu sera væl í samfullar 90 minuttir. Tað gjørdi HB kanska ikki, og kanska hava teir eisini undirmett okkum, men eg haldi tó ikki, at nakað kann takast frá okkara monnum, sum allir sum ein góvu alt tað, sum teir høvdu í sær.
- Og so var talan eisini um stevnudyst. Dysturin var fluttur til leygardag, og sjálvandi ætlaðu vit eisini at hava okkurt reypa um, nú vit fara at halda stevnuna, segði ein smílandi liðskipari at enda.