Stríðsmaður deyður

Franski presturin Abbe Pierre doyði í nátt 94 ára gamal. Tann rómversk-katólski presturin var víða kendur fyri sítt áhaldandi stríð til frama fyri tey fátæku og heimleysu í Fraklandi og aðrastaðni. Tað var Jacques Chirac, forseti, sum kunnaði franska fólkið um, at presturin var deyður. Í fráboðanini segði forsetin, at Abbe Pierre var ein stórur maður og ímyndin av tí góða. Abbe Pierre doyði á einum hernaðarsjúkrahúsi í París.